Var Eamon Sullivan dopaður?

Almikið rok er nú serliga í Avstraliu, um at (amerikanski) Gary Hall Jr. hevur sagt at ‘fólk hava rætt til at verða misteinkilig um doping, tá ið tey síggja betringar sum hasar’. Hann sigur gott nokk eisini hann ikki persónliga heldur at Eamon Sullivan var dopaður, men tað lurta avstraliumenn ikki eftir beint nú. Eamon Sullivan setti herfyri heimsmet í 50 frí við tíðini 21.56, hóast hann annars ongantíð hevur verið undir 22 sekund. Lesið her á Timed Finals.

2 thoughts on “Var Eamon Sullivan dopaður?”

  1. Nóógv meira. Craig Lord skrivar her ein brokkmanslestur um hetta at Eamon Sullivan betraði so nógv um sína tíð, og víðkar við at vísa á at 9 av teimum 20 bestu tíðunum nakrantíð hava verið svomnar síðani HM í Melbourne í fjør. Fleiri av hesum hava á líknandi hátt betrað ½-1 sekund um sína bestu tíð.

    Hann spyr alt tað spennadi, men svarar tíverri ikki: Er tað nýtt slag av venjing? Tað at teir venja minni? Styrkivenjingin? Doping? Ella kanska nýggju draktirnar?

    http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5914

Ger viðmerking