Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk

Sum tit kunnu lesa her á portalinum, og kanska hoyrdu í Útvarpinum í morgun, so fer Føroya Studentaskúli nú undir strekta students- og HF-útbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk. Skipað verður ikki fyri einum serligum flokki til hesar næmingar, men heldur at teir fáa eina ætlan sum varir eitt ár meira enn vanligu flokkarnir, og so skifta flokk einaferð miðskeiðis í útbúgvingini.

Harvið hava vit nú tveir áhugaverdir leistir til hvussu tú sum svimjari kann fáa tíð til bæði miðnámsútbúgving og ítrótt. Annaðhvørt kanst tú fara til Kambsdalar og ganga í serligum klassa fyri svimjarar, har skúlin hevur sett tíð og orku av til svimjivenjing, og útbúgvingin so annars skal náast innan vanliga tíð. Ella kanst tú lesa í Havn, har tey fyrst og fremst geva miðnámsnæminginum minni at gera í dagligdegnum, og harvið meira tíð tað sum kemur afturat.

Sum tey skriva á Portalinum, so krevur skipanin í Havn, at “eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan”. Næmingar skulu søkja inn á skúlan sum vant, men hartil leggja bræv við um at tey ynskja at leingja um útbúgvingina. Um umsóknin longu er send, so kann brævið sendast nú eftirfylgjandi. Til ber ikki at skifta aftur til vanliga 3 ára útbúgving, tá ið fyrst næmingurin er farin í holt við strektu útbúgvingina.

One thought on “Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk”

  1. Báðar skipanirnar hava fyrimunir og vansar, men vit mugu væl fyrst og fremst frøðast um at vit yvirhøvur eru komin so langt, at miðnámsútbúgvingarnar nú í størri og størri mun viðurkenna ‘ítrivini’ hjá ungdómunum.

    Portalurin skrivar at skipanin í Havn “er sett í verk við tí sonevndu Team Danmark-skipanini niðri sum fyrimynd”, men har munnu tey meina við bara tann partin sum hevur við sjálva miðnámsútbúgvingina at gera.

    Vit hava enn langt eftir á mál til at røkka Team Danmark støði í Føroyum, tí tá skal skipanin m.a. eisini lætta um dagligdagin (íbúðir, matur, økonomi), til at kompensera fyri at ítróttarfólk ofta flyta langt heiman í frá og hava ringa tíð til matgerð og frítíðararbeiði. Og skipa fyri eyka góðum venjingarumstøðum, fysioterapi og annað. Tað má alt gjarna koma, men tað er har ikki enn 🙂

Ger viðmerking