Turið dugir annað enn at svimja

Meðan suðuroyingar hava verið raskir í svimjihylinum, so hava vit eysturoyingar verið til árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk og Flog í Runavík og á Kambsdali. Eg visti at Birita Debes og Astrið Foldarskarð dugdu hetta væl (føroyameistarar og alt), og at Turið Christiansen eisini gekk til fimleik, fyrst har inni onkunstaðni og síðani í Støkk. Men at hon var so góð sum hon var í dag, tað visti eg gott nokk ikki 🙂

Hatta var ikki besta lopið hjá henni, men eg hevði trupulleikar við yngsta soninum sum ferð eftir ferð datt á ‘upptøkuarmin’, tí hann klintraði á eini ventilatiónsskakt við síðuna av mær. Tað er hann sum heppar so óført, her á hesari videoini niðanfyri, sum tíverri byrjar mitt í lopinum hjá Turið. (Til tey sum ikki vita tað, so er Turið Christiansen ein tiltikið dugnalig svimjigenta í yngru aldursbólkunum).

Birita var har sjálvsagt eisini.

Og Astrið? Well, hon má jú ikki gera sovorðið beint nú, tí armurin brotnaði í tveimum støðum tá ið hon vandi júst hetta í heyst. Lukkutíð finnast lop sum ‘man’ (les: ikki eg) kunnu gera uttan at seta armarnar í gólvið.

One thought on “Turið dugir annað enn at svimja”

  1. Motorikkur er nakað ein hvør svimjari hevur brúk fyri, og betur ein er fyri motoriskt, jú nemmari lærir ein nýggj øvilsir, so sum svimjiteknikk. Turið, Birita og Astrið eru jú av bestu teknikkarum í hylinum, og tað styrkir tær sjálvandi at tær ganga til fimleik. Tað sæst aftur uppá gott og ont (AV! armurin brotnaði í tveimum støðum)
    Shaila var og er góð til fimleik, so vónandi koma hesar 3 undir minuttin í 100 frí, og sjálvandi árenn tær gerast 23 ár 🙂
    Flott gentur, tykur eru raskar.

Ger viðmerking