Enn eitt met á Susvim stevnuni

Malan V. Bærendsen setti í dag føroyskt met í 100 bringu, við at svimja teinin í tíðini 1:15.41. Harvið hevur hon í leypi av vikuskiftinum sett met í bæði 50 og 100 metra bringusvimjing. Í kvøld kl 18:00 skipar Tvøroyrar Býráð fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Trongisvági, í sambandi við at Shaila millum Garðarnar hevur svomið seg til gullnál.

Ger viðmerking