Landsliðsvenjarin farin frá

Frætt er frá álítandi keldu, at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

8 thoughts on “Landsliðsvenjarin farin frá”

  1. Bara ein lítil áheitan frá mær. Á venjararáðstevnuni í Brøndby í heyst hoyrdu vit frá norskum venjara, um hvussu tey har eru fleiri høvuðsvenjarar sum samstarva um landsliðsvenjarauppgávuna. Eg haldi at tað hevði verið ein áhugaverd skipan at roynt beint nú, heldur at royna at finna tann éina rætta.

    Har eru óivað vansar í eini slíkari skipan, men norðmenn hava eftir øllum at døma fingið tað at rigga. Takið upp samband við teir, til at hoyra hvussu tey gera.

    Eg kann fyristilla mær kaos við at skeldast um hvør sleppur til HM ella Oyggjaleikir ella DÅM, men øvut eru høvuðsvenjararnir her so fáir, og feløgini yvirhøvur so veik, at tað bara hevði verið gott um SSF stuðlaði øllum feløgum, við at geva hvørjum einstakum høvuðsvenjara onkra gularót.

    Tað kundi verið at vit fingu eina samsýning fyri at skipa fyri venjingarlegu. Ella at uttanlandaferðirnar vórðu býttar millum venjararnar á onkrum slag av kalendarafundi. Kanska eftir hvør ið hevur flest svimjarar við á ferðini, nakað sum man í nøkur ár avgjørdi hvør ið skuldi við sum hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum.

    Persónliga hevði eg verið ógvuliga glaður, um Svimjisambandið veruliga stuðlaði okkum høvuðsvenjarar í at fara á svimjiráðstevnur og -skeið uttanlanda. Vit hava brúk fyri inspiratiónini, men mugu oftast gjalda úr egnum lumma, fyri nakað sum egentliga ‘bara’ er til frama fyri svimjararnar.

    1. OK, nú segði Útvarpið, at Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason fara at taka sær av landsliðnum, “til onnur loysn er funnin”. Tað haldi eg er ein heilt ókey loysn, vísandi til omanfyri nevnda.

      … og fyri líka at endurtaka tað, so er hetta ikki heimasíðan hjá Svimjisambandinum.

  2. Sosialurin hevur tosað við Palla Ziskason, sum sigur at “talan var ikki um nakra skandalusøgu. Venjarin var farin frá av persónligum orsøkum, ið hann ikki vildi fara nærri inn á, fyri at virða hann og familju hansara”

    Hann sigur víðari at samstarvið við íslendska svimjisambandið heldur áfram, og at ein loysn er væntandi “um nakrar fáar tímar”.

    http://www.sportal.fo/mitt.php?greinar=&les_grein=47872&yvirskr=

    Eg má forrestin líka gera vart við at tað ikki er rætt sum tað stendur í hasum tíðindunum, at svimjing.com er heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya. Hvørki so ella so. Má heldur skriva eitt “um svimjing.com” her onkunstaðni, til at sláa tað fast.

    Svimjing.com er fyri so vítt ogn hjá mær, við tað at eg eigi økisnavnið; men ætlað øllum svimjiáhugaðum føroyingum. Vit tríggir Ottar og Bartal byrjaðu við flot.info, men skiftu so til svimjing.com tí at vit (serliga eg) gjarna vildu sleppa at skriva óheft av svimjifelagnum FLOT.

    1. hehe Rókur, eg haldi at tað er nakað sum við simma.nu síðan er fyri svenska svimjing, kanska ikki heimasíðan hjá SSF (Svenska svimjisambandi) men fyri almenningin er hon svenska síðan.

      http://www.svimjing.com er komin fyri at verða, og øll innan fyri føroyska svimjing nýta hana sum tann almenna síðan, og eg haldi at tað er fínasta slag. Her hendur meira enn hjá eitt nú svoem.dk ella nakað annað sum danir hava at bjóða uppá. Flott Rókur og tykur sum annars skriva her inni. Takk fyri alt.
      Annars er tað greitt at Petur Heðin og eg (Jón) taka okkum av landsliðnum fram til summar. So kanska tað norska modellið verður til nakað 🙂

      Annars er hetta nok so stór tíðindi 🙂
      Holmertz simmar på Masters-SM
      Anders Holmertz gör comeback i simbassängen. Under Masters-SM i Linköping kommer han att simma lagkapp i Motalas färger. Läs mer i Motala Tidning

  3. Hmf, “heimasíðan hjá Svimjisambandinum” sigur jú einki um hetta

    Landsliðsvenjarin í Svimjing, Brian Marshall, er farin frá. Tað skrivar heimasíðan hjá svimjisambandinum. Heimasíðan hjá svimjisambandinum skrivar, at venjarin er farin frá, tí hann megnaði ikki at uppfylla tær avtalur, sum vóru millum føroyska og íslendska svimjisambandið.

    http://www.uf.fo/les_tidindi.asp?Id=53905

    1. Ja kanska var betur at teir bara kallaðu síðuna fyri: “Heimasíðan hjá føroyskari svimjing” ;-)~
      Tað hevði væl ikki veri sooo ringt.. ?

      Hey Kringvarp Føroya og allir blaðmenn
      Síðan hjá svimjisambandinum eitur http://www.ssf.fo

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.