Petur Heðin verður venjari á ítróttarbreytini

Sum tit kunnu lesa her í Norðlýsinum, so verður tað Petur Heðin á Fløtti sum skal standa fyri svimjivenjingunum á ítróttarbreytini hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár. Petur Heðin er sum kunnugt høvuðsvenjari hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í ár, og hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og svimjari. Ætlanin er at svimjivenjingin skal ganga fyri seg í svimjihøllini í Klaksvík.

3 thoughts on “Petur Heðin verður venjari á ítróttarbreytini”

  1. Eg stúrdi fyri at tey kanska fóru at róta seg út í eitt ‘kríggj’ við lokalu svimjifeløgini nær handilsskúlan, við at seta onkran ‘besserwisser’ í starv sum ikki tók hædd fyri tað stóra arbeiði sum longu gongur fyri seg í grannalagnum. Men Petur Heðin er absolutt eitt gott val.

  2. Rættiliga gott. Miðnámsskúlin legði vist nokk út við at seta svimjivenjara at taka sær av breytini og var alternativ ikki ordiliga tikið uppá tunguna. Fineste slags…;)

  3. Tillukku við starvinum PHF. Tað verður hugaligt at síggja hvussu tú kemur at kombinera starvi sum Fótbóltslandsliðsvenjari (Hilmar Jan) við tað sum veruliga hevur nakað av týdningi 🙂
    Men ja, so er bara at vóna at Havnin og Suðuroyggin fáa sama tilboð.
    Ein 50m hyl ella tveir, ja so ser ikki so býtt út.

Leave a Reply to JMPoulsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.