Nýtt heimsmet í 50 frí hjá monnum

So fór heimsmetið hjá Alexander Popov (endiliga). Á New South Wales State Open Championships í dag svam avstralski Eamon Sullivan 50 metrar frí á langbana í tíðini 21.56, átta hundraðpartar skjótari enn teir 21.64 sum Popov svam í Moskva ár 2000. Lesið her á SwimInfo.

4 thoughts on “Nýtt heimsmet í 50 frí hjá monnum”

  1. Eg skilji einki. Sum tit hoyra á videoini har (og kunnu lesa í viðmerkingunum á YouTube), so vóru fólk yvirhøvur ikki spennt uppá hvat Sullivan fór at gera.

    lol i laughed soo hard when i found out about the record coz i was gonna go last night for my swim club to cheer on the 4×100 and i actually said “narh i won’t go… its not like anyone will break any world records” hahahahaha 🙁

    Sullivan sjálvur verður í tíðindunum endurgivin fyri at hava sagt at hann ikki væntaði heimsmet, og faktiskt fyrsti trúði at har stóð 22.5 heldur enn 21.5.

    Á timedfinals diskutera tey vítt og breitt um tað var nýggja draktin sum førdi til heimsmet, ella hann kanska í smug hevði trappað niður til hesa stevnu, ella kanska var tvangs-niðurtrappaður av at hava verið sjúkur í tríggjar vikur áðrenn stevnuna (!)

    Yeah it was a big surprise considering he missed 3 weeks of training recently due to illness

    Her er annars video av tá ið Alexander Popov setti heimsmetið. Legg til merkis (sum tað eisini verður nevnt her og her í viðmerkingunum á timedfinals), at hann ikki svam tað í regluligari kapping, men í nøkrum tey kalla ‘time trial’ (eg helt at hetta merkti at hann svam púra einsamallur, men tað sær út til heldur at vera at ‘bara’ geilirnar við síðuna av honum eru tómar)

    Legg eisini til merkis at hann (Alex) svam sum ein ordiligur maður, bara í svimjibuksum og uttan hettu. Ikki at mær ikki dámar hasar svimjidraktirnar til fleiri túsund krónur, sum plága síðstu krónurnar úr lummunum á foreldrum og sponsorum, bara so at Speedo og Arena kunnu ríka seg eitt sindur meira upp. Men rættir menn svimja altso uttan. Ella svimja í og eru so ikki menn longur. Menn svimja uttan 🙂

  2. tad er nice at onkur endiliga tók hattar metid:D
    tøwe rókur, orduligir menn svimja í svimjibuksum og uttan hettu hehe:P
    so má eg heldur sparka uttan gaggir næstu ferd eg farid á vøllin LOL..

    1. Gaggur eru nakað vit menn brúka í staðin fyri ‘trygdarskógvar’

      Nei tvætl, eg skilji væl at fólk brúka draktir um tær hjálpa. Ella um man heldur at tær hjálpa. Hitt var bara ‘reinari’, og eftir mínum tykki betri fyri ítróttin, við tað at tað var nógv bíligari.

      Og so kann eg ikki lata verða við at hugsa um Beinir, tá ið eg hoyri um menn sum svimja uttan hettu 😀

  3. hehe handan var nokso gód:D
    hevdi eg sjálvur skulla bestemma reglarnar so var tad ongin dragt ella hetta:)
    nógv skegari og kanska meira ´´fair´´:) 🙂

Ger viðmerking