Speedo lanserað nýggjar draktir

Síggið myndir og video av avstralskum svimjarum í draktunum her og lesið annars her á SwimInfo. Speedo hava lanserað sínar nýggju LZR Razer draktir, sum m.a. Michael Phelps sigur følast sum rúmdardraktir. Tær kunnu keypast umleið 30. juli 2008, men vanligi svimjarin skal allíkavæl ikki vænta sær at fáa hendur á eina áðrenn OL í Beijing. USA og Australia fara at fáa draktir til OL í spesial litum, meðan restin av heiminum má klára seg við svørtum draktum

2 thoughts on “Speedo lanserað nýggjar draktir”

  1. Áhugaverdar viðmerking her á timedfinals.com, og yvirhøvur í hasum kjakinum, um at nýggju draktirnar fáa svimjararnar at liggja hægri í vatninum… altso flóta betri.

    Persónliga eri eg millum tey sum halda at FINA skal ansa ógvuliga væl eftir at draktirnar ikki geva nakran fyrimun, og at tað tí burdi verið líka mikið um man brúktar drakt ella ei. Men kanska pengarnir eru so nógvir í hasum, at FINA velur at loyva ‘snýt’ ?

  2. Tað er nú ikki uppdrift sum eg haldi vera tann størsta styrkin hjá draktini. tað er meira tað sum okur hava vita alla tíðina, passivt drag. Nógv verður gjørt burtur úr Phelps í hesum tíðum, men eg vanti ikki at draktin gevur honum líka nógv sum hon kemur at geva konufólki við eitt sindur hægri feittprosenti, og so teir langteinarar sum hava klára at fáa teirra feittprosent upp…. hmm kanska eg skal keypa eina 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.