Popov og Foster vísa crawl teknikk á YouTube

Her eru video av tveimum teimum allarbestu (sprint) crawl svimjarum nakrantíð, russiski Alexander Popov og bretski Mark Foster. Teir hava báðir átt heimsmet í 50 frí á stuttbana, og Popov eigur enntá enn tað á langbana.

Viðmerkingar

Mynd: Treshold

Popov er søga, hygg her!

Um tykur ætla at læra ein crawl teknikk á hægsta støði, hygg so her.

Mynd: rokur

Øgilig mental styrki

Leggið til merkis at hann faktiskt vann riðilin :-)

Mynd: rokur

Um Eric the Eel

Til tey sum ikki vita tað, so er hatta frá OL í Sydney ár 2000. Áhugavert at hann faktiskt svam undir 57 sekund fýra ár seinni (men av tekniskum ávum ikki slapp at luttaka á OL tá)

http://en.wikipedia.org/wiki/Eric_Moussambani

HAHAHA ...

Hatta er gott .. :P

Mynd: Treshold

Útsvimjing - Avkøling!

Tja, teknikkur er ein ting, men avsvimjing ella útsvimjing er nakað annað, her er eitt gott boð uppá hvussu okur gera í Susvim.

Skal so viðmerka, at Sofus ikki "svimur" av á hendan hátt hvønn dag ;)
Men stuttligt er tað so at royna av og á.