Susvim ‘vann’ HS stevnuna

Sambært mínum uppteljingum so varð tað Susvim sum vann flest heiðursmerki í Tórshavn um vikuskiftið, við Fuglafjarðar Svimjifelag sum nummar tvey og HS sum nummar trý. Tað vóru serliga tey eldru hjá Susvim sum gjørdu munin, meðan FS eigur framtíðina og HS bólk 4 og 5.

DSC_0089

Heiðursmerki tilsamans

Gull Silvur Bronsa
Susvim 30 15 12
FS 26 10 7
HS 21 19 12
Ægir 18 25 14
Reki 6 8 8
FLOT 6 5 2
Skeggjar
Tilsamans 107 82 55

Heiðursmerki bólkur 3 (svimjarar føddir 1995-96)

Gull Silvur Bronsa
FS 15 3 2
Ægir 9 12 7
FLOT 4 3 1
Reki 2 6 7
Susvim 3 6
HS 3 1
Skeggjar
Tilsamans 30 30 24

Heiðursmerki bólkur 4 (svimjarar føddir 1993-94)

Gull Silvur Bronsa
HS 11 9 5
Susvim 8 7 3
Reki 4 2 1
Ægir 3 6 6
FLOT 2 2 1
FS 1 1 4
Skeggjar
Tilsamans 29 27 20

Heiðursmerki bólkur 4 (svimjarar føddir 1991-92)

Gull Silvur Bronsa
HS 9 6 2
Susvim 9 4 2
FS 4 1
Ægir 2 3 1
Tilsamans 24 14 5

Heiðursmerki opin bólkur (t.e. árgang 1990 og eldri)

Gull Silvur Bronsa
Susvim 13 1 1
FS 6 5 1
Ægir 4 4
HS 1 1 4
Tilsamans 24 11 6

Samlaði úrslitalistin er viðfestur, umframt RE-fílan at lesa inn í WinGrodan.

Mínar myndir frá HS stevnuni kunnu síggjast her á Flickr.

3 thoughts on “Susvim ‘vann’ HS stevnuna”

  1. “Tey eldru”
    Hvat rópar tú Pál fyri tá ið hann er 25 ár ? 😉 Hann er bert 17 í dag.

    Annars sær listin ikki soleiðis út í næsta ár tá í Reki eigur tær “eldru” genturnar í bólki 3 😉 Tað er trupuleikin við 2 árgangum í hvørjum bólki. Upps and downs!
    Og nær er framtíðin, ella hvør kemur at mynda framtíðina ? Hava okur eitt gott nokk apparat (SSF) til at føra hesu góðu ungu víðari út í altjóða kappingar?
    Hugsa NJM um 2 ár, eitt dømi: Birita, Poula, Astrid & Helena S. Hesar 4 kunnu væl gera ein vørr tá, ella hvat ? Um tær fáa eina hjálpand hond nú, vera fyrireikaðar á besta hátt, so havi eg ikki stórar trupuleikar við at hóma eitt heiðursmerki í liðsvimjing til NJM, og tað merkir sterka breidd um ein hugsar um fólkatali. Føroysk svimjing rúmar nógvar spennandi svimjarar. Spurningurin er so tann, hvussu spennandi kunnu okur gera tað fyri tey?
    Poula svam sera flott aftur hesuferð, Eg var serliga imponeraður av 200m frí hjá henni. Birita var kanska ikki so skørp sum seinast, men okur vita hvat hon goymur uppá. Astrid gjørdi eitt flott comeback, 50 firvald var klassi. Helena svam sum vanta heilt ok, jú tær 4 mynda eina bjarta framtíð. Har vóru onnur, og jú onkur drongur svam heilt heilt fínt, men eg havi ikki stundir beint nú til at skriva so nógv 😉

    1. Hatta har ‘eldri’ kemur vist nokk av at vit plaga at siga t.d. ‘1990 og eldri’ um tey sum eru í opnum bólki. Sikkurt óheldugt tá ið man jú bara er 17, but there you go.

      Annars fín stevna ja. Har vóru nógvar góðar løtur, men serliga uppmøtingin til 100 blandað gav mær gásarhold. Síðsti riðil: Pál Joensen, Pauli Ø. Mohr, Dánjal Martin Hofgaard, Høgni Miné-Rasmussen, Kári J. á Høvdanum og Bjarni M. Petersen. Hatta man hava verið ein tann lægsta miðaltíðin í einum føroyskum riðli av 100 blandað, nakrantíð 🙂

      Men aftur til tey eldru. Hóast eg persónliga helt at handan stevnan var heilt ókey, so fekk eg ein lítlan skelk tá ið eg nú heima sá at tey bara vóru 8 svimjarar í opnum bólki:

      • Karina Petersen (FS)
      • Shaila millum Garðarnar (Susvim)
      • Kirstin S. Rasmussen (FS)
      • David Simonsen (FS)
      • Dánjal Hestoy (HS)
      • Pál Joensen (Susvim)
      • Kári J. á Høvdanum (Ægir)
      • Dánjal Martin Hofgaard Susvim)

      Er tað virkuliga so galið, at vit ikki eiga nakrar vaksnar svimjarar longur? Veit væl at hasir svimjarar fáa útmerkaða kapping frá teimum yngru sum t.d. Paula Ø. Mohr og Maluna V. Bærendsen. Men hvar eru øll hini? Ber tað ikki til at vera vaksin svimjari í Føroyum, ella ræðast tey bara hetta nýggja ættarliðið?

      Tað er líka við at Rúni og eg mugu hoppa í svimjibuksurnar aftur. Tað skal jú ikki tann stóri rokniheilin til at rokna út, at um bara 24 gull, 11 silvur og 6 bronsu vórðu givnar í 32 kappingum, í opnum bólki, so burdu einar 8 gull, 21 silvur og 26 bronsu verið tøkar til okkum onnur at vinna 🙂

Ger viðmerking