Pál setti met í 100 blandað

DSC_0223bPál Joensen svam á HS stevnuni í dag 100 blandað í tíðini 1:00.80, og eigur harvið nú øll tey føroysku metini í blandaðari svimjing hjá harrum. Beinir Danielsen úr FLOT átti gamla metið frá 2005, sum var 1:01.17. Pauli Ø. Mohr var eisini heilt nær at seta met í 50 frí í dag, tá ið hann svam teinin í tíðini 24.08, bara 11 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kristiani Olsen á 23.97.

Ger viðmerking