Pál setti føroyskt met í 100 frí

DSC_0235Nýggja metið er 52.30, og harvið er Pál Joensen skjótasti føroyingur nakrantíð í øllum stuttbana frígreinum uttan 50 frí. Har var sikkurt alt møguligt annað gott eisini á stevnuni, men hon varð rættiliga órógvað her móti endanum, av at EM semifinaludysturin í hondbólti millum Danmark og Týskaland koyrdi inni í HS rúminum 🙂

DSC_0227

4 thoughts on “Pál setti føroyskt met í 100 frí”

  1. Tillukku við metinum Pál

    Pál er flúgvandi, øll met frá 100 til 1500, tað er vist ikki sæð fyrr í Føroyum.

    Enntá ein nokk so greið betran av metinum hjá Kristian Olsen.

    100 frí verður mangan mett sum paradu-disciplinin, so tað er altíð prestiga at eiga metið.

    Stórt tillukku.

    PS. Seinast metið var sett, bleiv síða upp og síða niður skrivað, umframt út- og sjónvarp dekkaði sensatiónina.
    Eg sat trúgvur og bíðjaði, men hvørki útvarp ella sjónvarp hava tikið hetta upp á tal. Spennandi at lesa bløðini í dag.

    1. Kanska var tað ‘bara’ hondbólturin sum forstýraði, men tað virkaði sum um fólk vóru eitt sindur mett av Pál. Sum tá ið Elspa á sinni fór eftir stakkum av prógvum um føroysk met.

      Tey sum vóru har kunnu vátta at har var einki serligt ‘hype’ í hylinum runt um metini í 100 blandað og 100 frí. Heldur ikki millum suðuroyingar. Faktiskt svam Pál út heldur enn at fara eftir heiðursmerkinum til 100 blandað, og flestu onnur vóru tá eisini langt síðani farin víðari. Avstað, at klæða um, ella at hoppa av vippu.

      Soe… hatta var meira ein avgreiðsluspurningur fyri allar partar. Vit mugu bara vinda okkum upp aftur tá ið hann fer niður um 50 sekund 🙂

    2. Seinast 100m metið var sett, var til FM´2007, og allar helst er tað tí at tað hesuferð onga umtalu fer. Men skeivt er tað so 100% sikkurt.
      Neyvan er tað tí at 1500m frí hjá Pál gevur næstan 170 FINA stig meira enn 100m gevur. Og sum Rókur sigur, so mugu okur heldur spenna okkum út til næstu ferð. Skal so líka viðmerka, at eg ikki brúkti mína tíð uppá hondbólt. pffft… Kom bert inn fyri at fáa fatur á met fráboðanar seðlum 😉
      100m blandað var met ja, men tú (Rókur) hómaði kanska eitt sindur av vónbrotinum hjá Páli tá ið hann sá at tíðin IKKI var 0:59,? Enn ber til hjá Rituvíksmanninum (Beini) at betra um tað 😉

      1. Tú var standhaftigur, meira ella minni einasti maður á kantinum, tá ið tað stóð um lív hjá dønum í HS rúminum. Einasta orsøk at eg persónliga var í HS rúminum, var at onkur jú mátti taka mynd av rokinum. Siga vit.

Ger viðmerking