Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun

HS stevnan kom bara heilt væl í gongd í morgun, tá ið Pál Joensen longu í øðrum riðli sett nýtt føroyskt met, við at svimja 400 blandað í tíðini 4:34.41. Aðrar tíðir vóru eisini heilt nær at metunum, tá ið t.d. Shaila millum Garðarnar svam undir 30 í 50 firvald (metið er 29.89), og Kári á Høvdanum svam umleið somu tíð sum metið hjá sær í 100 rygg.

DSC_0010

2 thoughts on “Eitt føroyskt met á HS stevnuni í morgun”

Ger viðmerking