Magisku minutt mørkini

Minutt mørkini hava altíð verið nakað serligt fyri svimjarar, kannska serliga 1 minutt, í 100 frí. Men eftirhondini hava vit svimjarar undir álíkavíst 1, 2 og 4 min. í fleiri greinum, og sum vit vita nærkast onkur jú 8 og 15 min. mørkunum við ferð.

Fyrstur at svimja skjótari enn eitt minutt, var tann kendi Johnny Weissmuller(USA), sum tey flestu kenna fyri sín leiklut sum Tarzan. Men Johnny Weismuller svam veruliga skjótt. Longu í 1922 svam hann sum tann fyrsti undir minuttin, 58,6 og vann 3 gull við OL í 1924 og 2 gull í 1928.
Fyrsta kvinna undir minuttin var austraska Dawn Fraser, sum svam 100 frí upp á 59,9 í 1962.
Don Schollander(USA) var fyrsti maður undir 2 min, í 200 frí. Tað var í 1963.
Við OL í 1980 vakti tað veruligan ans, tá Vladimir Salnikov(Sovj) svam 1500 frí undir 15 min. 14.58.27

Omanfyri nevndu tíðir eru á langbana, undantikið Johnny Weismuller, har kenni eg ikki hyljastøddina.

Í Føroyum var tað Høgni Mikkelsen úr Klaksvík, sum fyrstur breyt minutt markið, hetta var í 1975 (haldi eg). Eg veit ikki hansara fyrstu tíð undir minuttið, men hansara met upp á 55,3, var sett í 1977 og stóð í 10 ár.
Elspa Mørkøre var fyrsta kvinnan undir minuttið, meini hetta var í 2006. (korigera meg um eg fari skeivur.)
Petur Heðin á Fløtti var fyrstur undir 2 min, til oyggjaleikir í Føroyum í 1989. (1.58.xx)
Í 100 firvald hava nakrir verið undir minuttið, veit ikki hvør var fyrstur, eitt boð er Jon Hestoy, onkuntíð fyrst í 80’unum.
Í 100 rygg var Kári J. á Høvdanum fyrstur undir minuttið, hetta var í 2007
Pál Joensen var fyrstur undir 4 min, í 400 frí, NJM í Havn 2007, 3.54.xx (ella var hann undir fyrr)

Stuttligt kundi verið at gitt eitt sindur um hvørji minutt mørk fara at verða brotin í næstum:

Eg eri vísur í at Pál Joensen kann svimja undir 8 min, í 800 frí, hann liggur undir 4 til venjing, fleiri ferð sama dag !
Tað næsta verður nokk eisini Pál, í 1500 frí, undir 15 min. Eg rokni við at hetta markið verður brotið í ár !

Eg giti at vit eiga onkran sum er mentur at fara undir minuttið í 100 IM – eitt boð?

Eg haldi eisini vit eiga menn/dreingir sum áttu at komið undir 2 minutt, fyrst í 200 rygg, hareftir í 200 firvald; hvat av hesum kemur fyrst, hvør og nær ?

Hjá kvinnum/gentum er nokk nakað longri til næsta minutt markið verður brotið, ella …

Eitt boð kundi verið 200 frí.
Harnæst 100 firvald, og evt 100 rygg, men her er eitt fitt petti enn !

Tey seinastu minutt mørkini eg vænti verða brotin eru:
200 IM og 100 bringu hjá monnum; havi ringt við at fáa eyga á nakran sum kann fremja hetta, men er nakar í yngra ættarliðnum sum man megna hetta ?

34 thoughts on “Magisku minutt mørkini”

  1. Ja 800 og 1500 frí mørkini hjá monnum fara skjótt, og 100IM er ikki langt vekk. Pál kann gera tað í dag. Vanti tó ikki at 200 rygg og 200 firvald fara so skjótt, ikki so sum vant verður í Føroyum í dag, og ikki so sum svimjingin útviklar seg. 200IM er enn longur burturi. Hesir 200m krevja specilaisering, og eg trúgvi ikki at nakar núverandi svimjari fer undir innan 2010. Tað verður kanska tætt, men frá 2:02 (har vanti eg at 200ryg endar í ár) til 1:59 er mangan sera langt. Men onkur má sera gjarna prógva at eg fari skeivur 😉 Hjá gentunum er nok 800m og teir 9min mítt besta boð um eitt mark sum kann brótast, har er meti 9:01 og eigur ikki at standa ov leingi. 1500 frí hjá kvinnum er við til FM 2008, og 18min er kanska eitt mark har.
    Annars man 1:50 og 3:50 í 200 & 400 frí verða nøkur spennandi mørk hjá Pál til, ella áðren FM2008

    Annars var Pál undir 4min. til DKM2007 í Greve 😉

    Hvør verður fyrsti føroyingur undir 50sek. í 100m frí ?

    1. Hmm… minnist meg rætt so fór Pál undir 2 min í 2005 (ella var tað 2004?), og nú (2008) svimur hann 1.51 okkurt… so hví skuldi tað ikki verið møguligt hjá Kára (200 rygg) at gjørt nakað líknandi??? Eg meini so við, Pál er altso ikki tann einasti ið kann gera eina slíka framgongd innan stutta tíð(ikki illa meint Pál), og har meini eg ikki bara við Kára, men at tað skuldi verið gjørligt hjá einum og hvørjum føroyskum svimjara at tikið seg so nógv framm, so leingi viljin er til staðar! “Viljin er sterkasta svørið, bítur á harðasta stál…”

      1. Eg skrivaði kanska eitt og hugsað nakað annað.

        Nú tekur tú Pál sum eitt dømi, og rætt er at fleiri eru sum kunnu gera tað sama. Men tað sum eg meinti var, at eg ikki haldi at nakar venur eftir 200m. 200m er jú nakað serligt, og tú minnist væl sjálvur hvussu skjótur tú var á 50m í mun til 200m? 😉
        Tað sum eg á ein ófantaliga máta royndi at siga uttan at tíma at skriva ov nógv var, at um Pál td. skal svimja ein skjótan 50m (minst til at hann ikki er komin undir 25sek. enn, so noyðist hann at ofra alt tað sum hann til nú hevur arbeitt fyri í laaanga tíð, at halda til teir longru teinarnar. Lukkuvís er tað soleiðis í frí, at hann kann svimja 200, 400, 800 og 1500, har tveir teir seinastu teinarnar heilt klárt eru bestir, fyri ikki at siga at 200m stinkar í mun til 1500m. Men í firvald, rygg og bringu eru bert 3 teinar, og tá ið eg hugsi meg um, hvussu 2007 útviklaði seg, so síggi eg ikki nakran firvald, rygg ella bringusvimjara venja eftir bert tí éina teininum fyri líkasum at sleppa serliga 50m og eitt sindur 100m. Um ein venur sprint so eru 2 teinar, 50 og 100m um tú setur fokus á 200m, so noyðist ein at slaka eitt sindur við tí reint anaeroba, og hugsa úthaldni. Um okur td. brúka 200m rygg, hugsa so bert um NJM, sviin Mattias Carlsson hevur svomi 2:02,9 í 200m og var klárur favorittur á teininum, danin Frederik Wørmer sum vann gull í 50m kemur ikki uppá tal í 200m og tað er væl ikki so løgi tá ið hann heilt klárt hevur lagt seg eftir 50m. Tað er typan av venjing ein arbeiðir við í tí dagliga og ikki um ein vil ella ikki vil, ella tímir og alt hattar har. Eivind E. var nú ikki nakar hávur á 200m heldur 😉

  2. Omanfyri nevndu tíðir eru á langbana, undantikið Johnny Weismuller, har kenni eg ikki hyljastøddina.

    Torført at finna nágreiniligu støddina, men tey tosa um ‘olympic-size’ pool, sum vist nokk var 50 metrar eisini í 1922. Tað var í øllum førum 50 metrar í 1924, men ikki í t.d. 1908 (tá var hylurin 100 metrar):
    http://en.wikipedia.org/wiki/World_record_progression_100m_freestyle

    Hylurin sum Weissmuller breyt minutt-markið í kann síggjast á postkortum her:
    http://www.alamedainfo.com/Alameda_CA_Postcards_2.htm

    Hann er tíverri burtur í dag.

    Gevið gætur, at (ull-)draktirnar vóru rættiliga tungar at svimja í:
    http://www.shorpy.com/johnny-weissmuller

    Og gevið gætur at onkur var lige ved og næsten eisini í 100 metrar hyli 🙂

    Oh, the Duke came close. At the 1920 Olympics in Antwerp, he clocked a world record 1:00.4. Back in those days, you could set world records in pools of any length, from 25 meters on up. The Antwerp pool was 100 meters long. No turns! If it had been 50 meters, the Duke surely would have been under a minute. So it goes.

    http://findarticles.com/p/articles/mi_qa3883/is_200309/ai_n9292126

  3. Hetta er praktfuldt at hyggja at… Don Schollander vinnur OL gull í 1964 í 100 frí, eitt ár eftir at hann (sum nevnt omanfyri) var fyrsti maður undir 2 minuttir í 200 frí. Dyrka at tey ongar svimjibrillur høvdu, og at starturin var mildt sagt… drúgvur

    1. Hugsa tær til at venja 2 ferðir um dagin uttan brillur… tað má hava veri sum at gingi í mjørka allan dagin.

    1. Ella hvat við startinum, Av! tær koma flatar í. Og tað minnist eg væl frá 80´inum, eg hevði ikki hug til at koma flatur í, og fekk tí at vita at starturin hjá mær ikki var góður nokk 🙁

  4. Eg dugi væl at skilja argumentini v.v. specialisering og 200 m. Tað sum eg fiskaði eitt sindur eftir, var at fáa fáa svimjararnar at hugsa (og venja) 200m. Eg trygvi at bæði Kári, og evt. Høgni Miné, teoretiskt kunna fara undir 2 min, í 200 rygg, lat okkum siga innan 2 ár;
    100 blandað: Ja Pál kann sikkurt, men hvør verður fyrst, er Beinir aktivur, hann hevur metið ?

    So spyr Jón: fyrstu undir 50 sek. Har er langur vegur enn, Danjal Martin kannska; heldur Pál fram sum higartil, og fær meira sprint í kroppin, sum 20-22 ára gamal, so kemur hann undir 50.

    Takk fyri upplýsingarnar v.v. Johnny Weismuller, hetta var áhugavert.

    Tað ljóðaði at Salnikov og hini úr Sovjet, vandu í 100 m hyljum, umleið 1980 – veit ikki um tað er satt.

    Veit nakar nær Høgni Mikkelsen kom undir minuttið, og við hvørjari tíð ?

    1. er Beinir aktivur?

      Nei, haldi ikki at Beinir verður fornermaður um eg sigi at hann heldur pausu. Men tá tað er sagt, so hevði tað ikki undrað meg um hann ein dag møtti upp uttan venjing og setti met 🙂

      1. Men tá tað er sagt, so hevði tað ikki undrað meg um hann ein dag møtti upp uttan venjing og setti met 🙂

        Tað verður so ikki í 200m 🙂
        Men eg trúgvi at hann kann gera tað í 50m bringusvimjing.

    2. 100m blandað skal standa sína roynd sunnudagin. Ongar serligar forvæntningar eru til teinin, tað er jú “bert” 100m 🙂 Men ein heilhjartaður innsatsur verður so gjørdur.

      Ja hasin 100m frí og sub50 sek. liggur úti í framtíðini, men onkur spennandi yngri svimjari er á veg sum kanska ikki tímir at bíða eftir at teir eldri skulu gera tað. Tað er ikki heilt óvanligt at ein 17 ára gamal kann svimja 49 í 100m frí. Tað er bara at hava eitt mál, arbeiða hart og trúgva uppá tað. Um 5 ár vanti eg at tað eru fleiri sum svimja undir 50 í 100m frí, spurningurin er so bara hvør verður fyrstur, og nær?
      Eitt haldi eg er sikkurt, 200m frí kemur undir 1:50 og 400m frí kemur undir 3:50 áðren 100m kemur undir 50 🙂

  5. Hey!! Ikki brúka meg sum dømi!!! LOL Nú soleiðis… ja ja hatta kundi tú havt sagt beinaveg, heldur enn at fáa øði í grindina 😀 Men hvat veit tú egentliga um hvat fyri venjing ferð framm runt í landinum? Minnist ikki at hava sæð teg serliga ofta norðanfjørs, hvørki tá tú var landsliðsvenjari og enn minni nú tú “bert” ert venjari hjá SuSwim (bara argi). Allir svimjivenjararnir, og øll rundan um svimjingina, burdi verið betri við hvønn annan, og við svimjingina, heldur enn at leggja eftir hvørjum øðrum, og/ella spilla alt og øll út her, ella á nøkrum øðrum miðli fyri tanns skuld.

    1. hehe, ja eg var vísur í at tú minnist hvussu sýran brendi í ørmunum í 200m 😉
      Men heilt sikkurt Søren, tað hevði gagnast øllum við samstarvi, deila hugskot ímillum sín heldur enn at arga hvønn annan. SSF kundi skipa fyri venjaratreff har 1.liðsvenjarar kundi tosa um seg og sína filosofi fyri at geva øllum okkurt input til tað dagligu venjingina. Tað er jú totalt líkamikið hvør man er, og hvar man kemur frá, bara áhugi fyri svimjingini er har, so skal nok nakað gott spyrjast burtur úr.
      Eg minnist at okur einaferð í 90´inum vóru úti í Heysti til akkurát tað.
      Eg haldi at tað var super gott.

      1. … og helt erligt, so veit eg ikki um vit skulu tíma at bíða eftir SSF. Er tað ikki bara ein spurningur um at taka seg saman, arrangera okkurt, og so evt. spyrja SSF um tey vilja stuðla fíggjarliga?

        (ella evt. bara senda rokningina? 😉

        1. Eg og Kristian Martin hava eitt líti “seminar” um langteinavenjing í vikuskiftinum, kanska tað kann útbyggjast til okkurt størri?
          Okur ætla at práta um langteinavenjingina úr Mitchigan soleiðis sum okur brúka hana í SuSvim.

          1. Ásetið tit bara tíð og stað. Viljin til langteinasvimjing er sum kunnugt ikki avbera stórur hjá mær, men kanska tit kunnu yvirbevísa meg 🙂

          2. Bara róligur, tá ið tú fær eyguni upp fyri tí fantastiska heiminum hjá Jon Urbancheck & Co. so svimur Beinir 3:55 í 400m frí til FM 🙂
            Nei álvaratos, okkara svimjarar eru ikki allir egnaðir til stuttar teinar, so um nú okkurt hugaligt “system” at venja eftir liggur klárt til tey sum eru egnaði til teir longru teinarnar, so fáa okur úr SuSvim kanska kapping frá Flot á 400+ teinum í nærmastu framtíð 😉

  6. eg haldi eisni tit hava rætt í hasum við at venjarar skulu møtast:D
    nú eri eg ein unglingi ímóti tykkum 😛 gamlir men also hehe…
    men eg mátti líka siga at SSF er líkasum samgongan er nú… so tit mugu heldur gera okkurt sjálvur um tað skal henda nakað:D:D positivt meint til tykkum.!

  7. hehe, hevði gloymt Hera M.
    Ja Heri, so kom enn eitt met undir eitt minutt mark. Mona svam 1500m væl undir 18min, og tað er faktisk nok so gott beint nú um eg sjálvur skal siga tað 🙂 728 FINA stig og klárt toppskorari til kappingina, men ok, langar teinar til ein langteinara 😉

    Hon vandi uml 100Km vikuna árenn kappingina, og hevði ein super
    góðan og tungan test týsdagin (7x200max)
    So kanska ein sub 9min í 800m liggur beint fyri framman, vónandi 😉

  8. trúgvi væl uppá at Mona kann klára undir 9 min..
    trúgvi betur uppá at Elspa klárar longur undir 9 min enn Mona…
    ella..?

    1. Tað er torført at spáa um, men við 400m tíðini hjá Elspu, so eigur hon at klára undir, og so eitt fitt petti eisini. Men um venjingin hjá henni ikki er løgd eftir 800m, ja so verður kanska torført at trykkja hann langt undir. Tað kemur jú at kosta í fart um ein hugsar 50 og 100m. Sjálvur haldi eg at Elspa minnir nógv um ein 200m svimjara, ja kanska 400m. Spennandi verður at síggja hvat kemur burturúr til DHM, og hvat Bo ætlar at brúka hana til har, hon kann jú næstan alt.

  9. ja 800 frí og Elspu tað er ikki akkurát hennara ´´favorit´´… men man veit ongantíð við Elspu:P
    meira sum tú sigur 200 kanska 400 😀

  10. so snakka vit um minuttir og sovre herinni á kjakinum..
    so má eg líka siga at tað verður heldur ikki x-tremt leingi fyrrenn onkur klárar undir 23.00 í 50.crawl, maybe Pauli:D
    eisini er 50 firvald har gott nokk talan er um 26.00, Pál,Pauli ella McIntosh kunnu væl:D
    (veit ikki orduliga um Petur MC svimur, men mátti nevna hann)

  11. Eg hoyrdi frá onkrum at hann hevði funni sær sínar Speedo´s fram aftur, men hvussu seriøst tað er, veit eg ikki.
    Eingin ivi er um at Pauli er eitt av bestu boðum uppá 50m og tey 23sek. Um eitt ár hevur hann meira “fysik” og so verður spennandi, sera spennandi. Men vónandi verður tað ein kampur ímillum fleiri svimjarar. Eg kundi hugsa mær at fleiri enn Pauli og Dallin tóku sprintin í álvara. Kanska OYL komandi ár ger at onkur finnur sær niðan í høllina aftur… hr. Olsen kanska 😉
    Gott hevði veri at gjørt reint borð við øllum OYL metum í liðsvimjing 🙂

    1. Dammit, føroysk svimjing er á seriøst á pumpunum, beint undir yvirflatuni. Keðiligt at hoyra sovorðið, at svimjarar sum Petur og Høgni taka pausur (ella kanska heilt gevast), hóast teir eru so nær (og á) toppinum.

      Kom folkens, nú mugu vit taka okkum saman, serliga her norðanfjørðs. Fáa lív í ungdómsdeildirnar aftur. Her er for nógv gott sum fer til spillis.

      1. Kanska feløgini mangla eitt masters lið sum hevur 3 venjingar um vikuna, har ein kemur um tað passar einum, og venjingin ikki er so øgiliga krevjandi. Tað heldur fólki í ítróttinum, og tá ið ein so fær tíð og hugin aftur, so skal bara einar 2-3 vikur av seriøsari venjing til fyri at koma nøkunlunda við aftur. Masters kappingar fyri seg sjálvan eru hugnaligar 😉 Tað skal so vera møguligt hjá Masters at supplere tey meira seriøsu til kappingar tá ið brúk er fyri tí. Eg trúgvi at á hendan hátt missa okur ikki so nógv úr svimjingini, og so kunnu hesu “gomlu” svimja til FM ella what ever, tey hava jú veri aktiv 😉

  12. Ægir hevur eitt Maters lið har Norðuri .. 😛

    Tað er ógvuliga hugnaligt at síggja teir gomlu svimjararnar aftur .. 😛

  13. Tey sum dáma langtein við flúgvandi ferð skullu koma ein túr í svimjihøllina í Vági í kvøld kl.21:40 tá ið kappingin byrjar. Mona Simonsen og Dagmar Winther hita upp til FM finaluna í summar, Mona ætlar sær at royna eftir einum Sub’9 minutt 800m.
    Pál Joensen ætlar sær undir 8min í 800m og tað er enn eingin junior í heiminum beint nú sum hevur svomi so skjótt, um eg skal líta á swimrankings oa. miðlar.

    Spennandi verður í kvøld, og spenningurin heldur á fram alt vikuskifti har fleiri svimjarar royna seg ímóti klokkuni, bæði fyri at svimja seg til eitt pláss á landsliðnum til eitt nú HM og EJM ella til eina góða plasering til FM í summar. Tíðin er eisini komin til at hugsa um NJM í desembur. Dreingir árgang 91 – 92 og Gentur árgang 93 – 94 koma í spotlight hjá landsliðsvenjarunum
    Tykur vita hvør tykur eru, tað er bara at koma fram, vísi tykkara dygdir í hylinum. Okur halda eyguni við tykkum 🙂

  14. Hvussu óintresant er tað ikki at svimja 8.00.05 sum Pál svam (mær vitandi also)
    men man hevur mangan sæð at tá svimjarar seta sovre mál sum 7.59.99 og svimja 8.00.05.
    so endar tað ofta við at man svimur 7.55.00 ella ferð longir niður enn tað næstu ferð:D
    væl svomið Pál!!:D

Leave a Reply to JákupØMohrCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.