Enn eitt petti eftir hjá Pál

Forstatt meg rætt – hetta er bestemt ikki fyri at niðurgera tað sum Pál og Jón og tey gera. Pál er góður og gerst óivað betur, og vit ynskja sjálvsagt øll at hann skal vinna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2008. Men eg haldi tó at eg líka má nevna, at hann ikki hevur vunnið kappingina enn, til at ‘sláa kalt vatn í blóðið’ hjá mær sjálvum og øðrum 🙂

Sergreinin hjá Pál er væl 1500 frí, sum hann setti føroyskt met í fríggjadagin í Reykjavík við tíðini 16:05.02. Teir vóru ikki heilt nøgdir við fyriskipanina og tískil úrslitið av akkurát hesi kappingini, og hartil er hendan stevnan løgd uppá eitt tíðspunkt tá ið Pál vælsagtans er rætta langt frá at røkka sínum toppformi.

Men tó so er enn rættiliga langt niður til vinnaratíðina á EJM seinastu 5 árini:

  • 2003 Glasgow (GRB): David Davies (GBR), 15:09.69
  • 2004 Lissabon (POR): Paul Biedermann (GER), 15.18.94
  • 2005 Budapest (HUN): Mateusz Sawrymowicz (POL), 15:06.04
  • 2006 Palma de Mallorca (ESP): Nikita Lobintsey (RUS), 15:06.15
  • 2007 Antwerpen (Belgia): Maciej Hreniak (POL), 15:10.78

(Kelda m.a. swim.ee)

Besta EJM tíðin nakrantíð er 15:06.04 hjá Sawrymowicz frá EJM 2005.

Man skal altso niður á okkurt sum minnir um 15:10 til at føla seg tryggan í at standa seg væl á EJM 2008, og helst niður á 15:06 til at kunna vænta gull. Pál svimur sum kunnugt 15:10 í 25 metra hyli, men puha, tað er slettis ikki tað sama sum at svimja 15:10 í 50 metra hyli.

Danska Svimjisambandið leggur 30 sekund afturat eini 1500 metra tíð, tá ið tey rokna um tilmeldingartíðir úr 25 metra hyli til tilsvarandi tíðir í 50 metra hyli. Vit kunnu altso siga at føroyska metið hjá Pál í 25 metra hyli er umleið tað sama sum 15:40 í 50 metra hyli. Ella øvut, at hann skal svimja væl undir 15 minuttir í 25 metra hyli, til at kunna svimja 15:10 í 50 metra hyli.

Vónandi eru hasar umrokningarnar eitt sindur harðar, tí eg blívi heilt ‘verklempt’ tá ið eg skal fyristilla mær ein føroying sum svimur 14:40 í 1500 frí. Go Pál! Go alt hvat tú kann!!

(Og Jón – kom endiliga og fortel mær at eg fari púra skeivur her. Eg havi brúk fyri tí 🙂

2 thoughts on “Enn eitt petti eftir hjá Pál”

  1. Dammit, tað er ringt at skriva um sovorðið. Eg ynski sjálvsagt ikki at taka mótið frá Pál og restina av okkum; men hin vegin haldi eg eisini at vit mugu ansa eftir ikki at halda at EJM er vunnið longu. Vóni at tit skilja meg.

    Og hin vegin, vit mugu heldur ikki gloyma at Pál faktiskt er nummar eitt av øllum evropeisku juniorunum beint nú 🙂

  2. Jú rætt hevur tú Rókur, enn er sera langt á mál, men so skal sigast at 1500m fríggjadagin er 100Km frá at bara líkjast nøkrum sum er optimalt. Landsliðsvenjarin tók Pál til Íslands á venjingarlegu, men hann kom heim aftur niðurtrappaður, og tí vóru okur noyddir til at KOYRA á við venjing fyri at kompensera, og bara fyri at strika undir hvat eg meini við niðurtrapping, so svam Pál mitt í einum programmi fyrst 3:58 í 400m frí og síðani 3:56 og tað mitt í langari tungari seriu, start niðri frá. Og tað beint aftanná á at hava veri á landsliðsvenjing í Íslandi…suk!
    Annars skal sigast at 1500m á langbana er 22-23 sek í meðal frá stuttbana tíð um eg hugsi um teir svimjarar sum eg kenni úr norðurlondum. So har er altso ein vegur enn. Annars svam Pál 1:58 í morgun í 200m frí, tað líktist og føldist sum fyrstu 200m fríggjakvøldi í 1500m, bara 5 sek. skjótari, og 7×5= 35, so eri EG róligur, púrasta róligur. Kalt vatn í blóði Rókur, tað gongur nokk.
    Minnist til at viljin og trúgv vinnur á øllum. So er bara at vilja tað mest, og trúgva uppá tað 😉
    Okur venja aftur hart og langt í kvøld og í morgin á langbana í minus 2-3 gradum, kappingarnar hava bert veri hugnaløtur 😉
    Okur hoyrast 😉

    Jón

Ger viðmerking