18 føroysk met, 3 gull, 3 silvur, 4 bronsu

So góð var úrtøkan hjá Suðuroyar Svimjifelag á langteinastevnuni Reykjavíkar International 2008. Jón Bjarnason rósti serliga Maluna V. Bærendsen í Útvarpinum, fyri at hava sett 7 føroysk met í trimum greinum og sum heild at hava svomið gott alt vikuskiftið; men helt tó eisini sum heild at tey øll høvdu rós uppiborið. Lesið um metini her á susvim.com.

2 thoughts on “18 føroysk met, 3 gull, 3 silvur, 4 bronsu”

  1. Føroysku langteinametini hava kanska verið í so løtt inntil fyri nøkrum fáum árum síðani, men tað eru tit gott nokk í ferð við at rætta uppá !!

    1. Jú nú er við at vera skil á. Um okur bara taka bringusvimjing hjá gentum, hvør í Føroyum svimur skjótari 200m í 25m hyli enn Malan nú gerð í 50m hyli ? Ella rygg, firvald og frí hjá monnum, har er við at síggja gott út í mun til stuttan hyl. Og so alt tað sum Elspa hevur svomi í 50m hyli, tað er ikki bara at siga tað hjá føroysku gentunum at klára tað í 25m hyli. Men vónandi koma okur enn longur um ikki ov langa tíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.