HS best á FLOT stevnuni 2008

So er FLOT stevnan 2008 endaliga avgreidd, og úrslitið varð at Havnar Svimjifelag vann flest gullheiðursmerki, Ægir næstflest og Susvim triðflest. Besti svimjari á stevnuni var Jóhannes Agnarsson úr Havnar Svimjifelag, sum vann 5 av teimum 7 gullheiðursmerkini sum felagið fekk tilsamans.

Her eru tað tó nakrir glaðir dreingir úr Klaksvík sum eru ovast …

DSC_0076

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 7 4
Ægir 5 4 5
Susvim 4 6 6
Reki 4 5 4
FLOT 3 4 1
FS 4 2
Skeggjar
Tilsamans 23 23 22

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar

Svimjari Felag Gull Silvur Bronsa
Jóhannes Agnarsson HS 5
Óluva Jacobsen Reki 4
Ronja Eysturdal Ægir 3 2
Betuel Hansen FLOT 2 2
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard HS 2 2
Susvim gentur Susvim 2
Ægir dreingir B2 Ægir 1 1
Meinhard Olsen FLOT 1 1
Ægir gentur B1 Ægir 1
Jákup Poulsen Susvim 1
Susvim dreingir B2 Susvim 1
Torkil Jákupsson Poulsen Reki 2 2
Durita Jógvansdóttir FS 2 1
FS gentur B2 FS 2
Guðrun Mortensen Susvim 2
Rókur Trygvason Reki 2
Tanja Skaalum Susvim 1 3
Reki gentur B1 Reki 1
Ásbjørg Hjelm Ægir 1 1
FLOT dreingir FLOT 1 1
Kári Simonsen Susvim 1
Kristina Elin Thomsen Susvim 1
Pætur Leo Susvim 1
Jákup Eysturdal Ægir 3
Bárður Sundsá Susvim 2
Reki gentur B2 Reki 2
Anna Larsen FS 1
HS dreingir B2 HS 1
Jónas Gaard HS 1
Martin Olsen Ægir 1
Sólrun Kjærbo Susvim 1
Tilsamans 23 23 22

2 thoughts on “HS best á FLOT stevnuni 2008”

  1. Nú havi eg persónliga gløtt í teldu so gott sum alla stevnuna, og sá tí lítið annað enn tá ið eg vildi hava onkra mynd av heiðursmerkjahandanum og tá ið dótturin svam.

    Man tað sindri sum eg sá, sá ógvuliga gott út. Legði til merkis onkra leirvíksgentu sum svam flott og glíðandi firvald, umframt hvussu flott suðuroyargenturnar svumu rygg.

    DSC_0026

  2. kappingin haldi eg sum heild er væl eydnað:) góð úrslit (fs), og ikki minst gekk kappingin skjótt fyri seg:)

Ger viðmerking