Kjak um ítrótt á Rás 2 beint nú

Valevnini Poul Michelsen, Kaj Leo Johannesen, Finnur Helmsdal og Andreas Petersen umrøða í løtuni almennu játtanina til Ítróttarsamband Føroya, á Rás 2. Mótpólurin er Petur Elias Petersen næstformaður í ÍSF, umframt Sølvi Reinert Hansen sum var við til at skriva ítróttarálitið ið varð handað Løgtinginum í 2005.

2 thoughts on “Kjak um ítrótt á Rás 2 beint nú”

  1. Áhugavert prát, men eisini eitt sindur komiskt at hoyra teir klandrast um hvør sum hevur gjørt minst – politikararnir ella ÍSF.

    Kommunurnar og feløgini fáa tó rós fyri stóra arbeiðið sum verður gjørt runt um í landinum.

  2. Teir vóru nokk so nógv við uppá at fáa ‘Framá Føroyar’ upp at standa aftur, sum var føroyska svarið uppá Team Danmark. Tað hevði bara týdning at pengarnir ikki verða so smábýttir sum teir vórðu tá, tá ið alt ov nógvir íðkarar fingu ov lítið í part til at tað gjørdi mun. Og onkur (Finnur) helt eisini at summi (Pál og Elspa) burdu fingið ársløn á sama hátt sum listafólkini, so at tey til dømis kundu farið til Avstraliu at venja saman við teimum bestu í heiminum.

    Annars stuttligt at hoyra Pál verða tiknan fyrst á tungu, tá ið teir tosaðu um hvør sum skuldi hava stuðul. Allar Føroyar eru uppá fornavn við Pál 🙂

Ger viðmerking