Fyrsta SSF grundskeið í merkjaskipanini avgreitt

Fríggjakvøldið og leygardagin skipaði Svimjisamband Føroya fyri fyrsta føroyska SSF grundskeið í merkjaskipanina, í skúlanum og svimjihylinum við Gøtugjógv. Grundskeiðið umfataði fyrstu fimm merkini, sum føra svimjararnar frá møguliga ikki at vera tryggur í vatni, til at kunna kava, flóta, glíða og taka seg fram. Skipanin er so gott sum 100% grundað á norsku merkjaskipanina, sum undirvísararnir fingu útbúgvin í á vári 2007.

Á myndini síggjast luttakarar og undirvísarar úr Ægir, FS, Reka, Skeggjum, FLOT og HS

Grundskeið 2008 - luttakarar


Tey bæði Pál og Rúni hava longu avgreitt sama grundskeið tvær ferðir í fólkaskúlahøpi, við tað at merkjaskipanin er fingin í lag sum samstarv millum SSF og Mentamálaráðið/Landsmiðstøðina. Nú týsdagin 8. januar verður so næsta skeið í Eysturskúlanum í Havn, har fólkaskúlalærarar skulu læra at undirvísa í teimum fýra høvuðssvimjigreinunum.

Ger viðmerking