Gott nýggjár

DSC_0065Árið 2007 var eitt fantastiskt ár fyri føroyska svimjing. Gott HM í Melbourne, har sjálvt viðmerkjarin hjá Eurosport legði til merkis hvussu væl tær báðar Mona og Jutta svomu. Fantastiskir oyggjaleikir, har vit domineraðu yvir allar tjóðir. Fyrstu gullheiðursmerki á NJM, umframt yvirhøvur eina plasering millum hinar tjóðirnar sum verður torfør at endurskapa. Og so Pál 🙂

Hóast tað í seinastuni kann tykjast at handla bara um Pál og Elspu, so vóru svimjiúrslitini í ár so verri enn so eitt (ella tvey) einmansavrik. Kristian Olsen fór undir 24 í 50 frí, og tók eisini metið í 100 frí. Shaila gav í heilum Elspu skarpan gang. Kári er einaráðandi í rygg. Malan V. Bærendsen setti føroyskt met bæði í 100 og 200 bringu. Og Oyggjaleikahópurin var so stórur (og góður) sum ongantíð fyrr.

SSF metlistin er eitt týðiligt tekin um hvørjar úrmælingar vit eiga (og hava átt), akkurát hetta árið. Har er nevniliga við fáum undantøkum nakað føroyskt met sum ikki er sett í ár. Føroyingar eiga ongar mannligar bringusvimjarar í dag, sum tá ið Asbjørn Hansen, Ingi Andreasen og Høgni T. Hansen vóru vælmaktini í 90-unum. Vit mangla kanska eisini ein firvaldasvimjara sum Asbjørn í 50 og 100. Og vit mangla eisini bringusvimjaran til at kunna taka metini í stafettunum hjá monnum. Men út yvir tað, so eru øll føroysk met nýggj, sett av teimum svimjarum sum vit eiga í dag.

Og framtíðin er bjørt, tí har er nevniliga yngri svimjarar sum seriøst spøkja í kulissunum. Petur McIntosh kom akkurát ikki við til Oyggjaleikir; men Høgni Miné-Rasmussen kláraði kravtíðina og er yvirhøvur ein úrmælingur í sínum bólki. Eisini tá ið hugt verður út um landoddarnar. Elspa og Pál eru heilt serlig, men tó so eru tað í heilum onnur og yngri nøvn sum standa á metlistunum í teimum yngru bólkunum. Guðrun H. Jacobsen. Pauli Ø. Mohr. Magnus Jákupsson.

Banka undir borðið, men ár 2008 kann gerast betri enn 2007. Vit hava fyri fyrstu ferð møguleika fyri at fáa svimjara í finaluna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuna. Eg sigi ‘í finaluna’, tí eg tori ikki at siga tað sum veruliga er uppá spæl – nevniliga ein seriøsur møguleiki fyri at vinna heiðursmerki. Okkara svimjarar fara eisini til HM á stuttbana í Manchester, til danske årgangsmesterskaber og til okkurt nýtt tey kalla Nordisk UngdomsMesterskab í Finnlandi (tað eru svimjarar yngri enn juniorar). Og har verður eisini EM í Kroatia og NJM í Svøríki.

Sum heild ein ótrúlig tíð. Tey hava arbeitt hart og miðvíst í feløgunum runt landið í fleiri ár, og vit heysta nú av álvara fruktirnar. Men samstundis eru týðiliga toruskýggj á himmalhválvinum, sum væl (eisini) kunnu koma til at merkja svimjiárið 2008. NJM gekk ikki heilt sum ætlað, serliga hvat føroyingum viðvíkur, og vit hava mildt sagt eitt illa fungerandi landsliðsarbeiði enn. Elspa er farin, og spurningurin er um hetta so bara verður tann eini missurin hjá okkum, ella um vit í framtíðíni fara at síggja hetta sum gongdu leiðina… at svimjarar flyta sín tjóðskap til Danmarkar, tá ið teir vaksa burturúr tí sum vit kunnu og vilja bjóða teimum í Føroyum.

Livst so spyrst.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.