Elspa verður donsk

Sosialurin skrivar í kvøld at Elspa nú skiftir til at svimja fyri danska svimjilandsliðið. Orsøkin er at hon gjarna vil til OL, ið sum kunnugt ikki ber til við føroyska landsliðnum.

Støðan er í løtuni tann, at Elspa umvegis danska svimjisambandið hevur søkt um at fáa loyvi sítt flutt til Danmarkar, so at hon framyvir kann kappast fyri Danmark heldur enn Føroyar. SSF hevur játtað hesum, og í løtuni bíðar hon tí mest eftir at fáa staðfest nær 1 ára karantenutíðin gongur út. Møguliga kann hon kappast fyri Danmark longu á HM í Manchester í apríl.

Tit mugu annars lesa greinina í Sosialinum, tí hon lýsir rættiliga greitt og gjølla teir trupulleikar sum føroysk toppítróttarfólk hava at dragast við. Sovorðið sum at vit ikki hava nakra strekta miðnámsútbúgving, til at gera tað lættari hjá ungum fólki at venja og ganga í skúla í senn. At vit ikki hava nakað veruligt elituítróttarumhvørvi at bjóða teimum, og eiheldur nakra Team Danmark líknandi skipan til at gera tað fíggjarliga og menniskjaliga forsvarligt at brúka so nógva tíð uppá ítrótt, sum ítróttur á hægsta stigi krevur.

Síggi nú at greinin er frítt atkomulig á heimasíðuni hjá Sosialinum. (Ná, ikki longur)

10 thoughts on “Elspa verður donsk”

  1. Tað eru kanska mong sum siga, hví longu nú, kann hon ikki bíða til 1-2 ár áðrenn OL ? (Um danir altso ikki ætla at fáa hana við longu nú í summar.)

    Men OL er altso nakað ótrúliga stórt, og tað tekur langa tíð at fyrireika seg til OL. Karmarnar rundan um teg skulu vera í topp (ongan møguleika í FS, 16m hyl) Og so er tað landsliðið. Og her er so stórur munur á, at eg vil siga nátt og dagur er ikki at siga ov nógv. SSF hevur ongan møguleika at matcha tað sum DSLF við Team Danmark á odda kann bjóða Elspu. Og samstarvi við Ísland vísir seg at koyra í svartasta myrkri. So um tú ætlar tær til OL sum svimjari, so er bara eitt at gera. Far til Danmarkar. Her í Føroyum kemur tú ikki á venjingarlegur, ella møta venjaran til altjóða kappingar, tað hevur hann ikki tíð til. Gudarnar mugu vita hvat SSF sær í møguleikunum at fáa Pál viðari við svimjingini, heilt upp á ovastu rók hjá seniorum um nøkur ár. Núverandi landsliðsvenjarin kennur ikki Pál, um hann so møtir honum í hylinum. Har kann hann so byrja, one small step!  Menn tað er nú ½ ár síðan at hann byrjaði og enn er langt á mál, og at røkka bara 5% av tíð sum DSLF kann bjóða Elspu, puha! Her skal eitt mirakul til. Gott at Pál hevur SuSvim.

    OL er nú ikki tað einasta, og ein kann sagtans svimja alt ári, toppa 4 ferðir til stórar kappingar uttan yvirhøvir at hugsa um OL. Vinna nógvan pening og heiður, seta met og alt hattar har fyri Føroyar.

    Tað førir meg so til: Hvat so nú um OL dreymurin ikki gongur út hjá Elspu ? Jamen so hevur roynt, og skal ikki sita og angra nakað. At hon ikki kom við, tí hon ikki tordi at royna seg.

    Ein stór avgerð, og vónandi gongur alt sum ætla. Alt tað besta Elspa.

    Og tá ið Føroyar fær OL limaskap, so kemur tú heimaftur 😉

    1. Eg eri ikki 100% einigur við at “SSF hevur ongan møguleika at matcha tað sum DSLF við Team Danmark á odda kann bjóða Elspu”.

      Nei sjálvsagt kunnu vit ikki matcha akkurát tilboðið frá DSLF, til dømis av teirri einføldu orsøk at vit eru færri, og tí sjálvsagt ikki kunnu bjóða eitt líka stórt heimligt apparat. Men tað mesta kann keypast fyri pengar í dag, og ferðasamband er jú nærmast eingin trupulleiki longur (út yvir at tað kostar).

      Altjóða svimjingin er ótrúliga opin fyri at svimjarar kunnu venja hjá hvørjum øðrum, og tað vildi tí verið lítil trupulleiki at fingið Elspu til USA ella Avstraliu at svimja, um tað var tað man vildi. Hvussu nógv var tað sum hasin Alexander Dale Oen vandi uttanlanda um árið, hóast hann í prinsippinum var heimahoyrandi og vandi í lítlum hyli á Vestkanten uttanfyri Bergen? 200 dagar? Tað var í øllum førum ein rúgva, og tað var hæddarlega í Flagstaff, Arizona og pumpistokk.

      Eg haldi at føroyingar kundu væl matcha DSLF við einum tilboði sum kanska var eitt sindur ørvísi, men sum tó so gav líknandi úrslit. Ein fyrimunur hjá okkum er jú netupp at vit eru færri, og tí til ein og hvørja tíð hava færri verulig elituítróttarfólk at skula taka okkum av 🙂

      Annars kom eg nú í tankar um ‘danan’, tá ið eg skrivaði hetta. Við vanda fyri at byrja eitt veruligt klandurskjak má eg lííka skjóta uppí at kanska var hesin trupulleiki ikki uppstaðin, um Elspa netupp fór til USA ella Avstraliu, heldur enn til Danmarkar. Danmark er jú heldur ‘einki’ í svimjihøpi, og hevur tí kanska lættari við at finna uppá at ‘stjala’ svimjarar.

    2. Ja hatta við OL í 2012 er gott nokk lang tíð. Veit væl at man eigur at hugsa so langt, og vera so seriøsur og professionellur og alt; men hon kemur jú nærmast at vera í útlegd alla ta tíð. Venja og kappast niðri, uttan veruliga at hava nakað í Føroyum at vitja heim til (hvat svimjing viðvíkur).

      Vit sum hava búð niðri vita at 5 ár er lang tíð, um ikki tú ikki ert fullkomiliga lopin yvirum og følir teg sum dana. Tey flestu vitja heim um ikki í hvørjari feriu, so ofta; men tað kann Elspa jú illa gera, um hon skal luttaka á teimum venjingarlegum sum hennara danska felag skipar fyri. Sovorðið liggur jú typiskt í skúlaferiunum, fyri ikki at órógva útbúgvingina ov nógv. Og hartil er danska svimjiárið væl longri enn tað føroyska, ja nærmast ‘árið runt’.

  2. Apropos føroyska metlistanum og m.a. Asbjørn Hansen…

    Væl at merkja kunnu ´danskir´ føroyingar og ½ føroyingar framvegis stilla upp fyri okkara feløg til heimligu kappingarnar inkl. FM. Men hvar stendur metlistin í hesum føri? Hevur Ægir m.a. loyvi at taka sín enska, olympiska svimjara, triðing føroying heim at taka føroysk met (sum uttan iva verður so dyggiliga skrivaður av nýggjum)??? Hvat kemur at henda, um Elspa stillar upp fyri lokal felag her heima til FM?

    1. Eg vil meina at David C. nokk ikki kemur heim at svimja fyri Ægir og setir Føroyskt Met sum breti. Hann hevur jú tiki eina avgerð, at hann er breti og umboðar GBR á landsliðnum. Eins og at Elspa nú er dani, og vónandi kemur at umboða DK til OL. At ein so svimur í DK, GBR ella Kina í tí dagliga, er líka feitt, um tú bara velur at svimja fyri Føroyar. Er tað ikki soleiðis ein tulkar tað ?

      1. Nú var hatta bara ein spurningur í leysa luft og kundi tað verið ein-og-hvør, sum vendi nøsina henda vegin at stilla upp fyri okkara feløg. Hvat er tá munurin á at Elspa setir føroyskt met í Føroyum og ikki kann tað niðri, tá hon á ´pappírinum´…herfyri stadivekk var føroyingur?

  3. Lat met heldur byrja við at sláa fast, at eg ynski Elspu alt tað besta. Hetta er eitt ógvuliga torført val sum hon má gera, og tað er tí ógvuliga djarvt at taka stigið fult út, heldur enn bara at lata standa til. Er málið at sleppa til OL, so er støðan jú tíverri tann, at vit mest sannlíkt ikki fáa OL limaskap í hennara livitíð sum svimjari, soleiðis sum serliga ÍSF arbeiðir.

    Heðin Mortensen hevur verið ÍSF-formaður í 28 ár ella har á leið, og hevur mær vitandi ‘arbeitt við OL-limaskapinum’ í eini 25. Argumentini eru tey somu enn, at vit áttu at hava fingið limaskap umleið samstundis sum olympiska nevndini herdi krøvini um tjóðskaparligan suverænitet, og at tað tí ‘bara’ er ein spurningur um at IOC avgreiðir hesi seinastu mál frá tá einaferð í 80-unum.

    Men heilt erligt… er hatta argumentið ikki eitt sindur gamalt eftirhondini? Eg meini, sakin hevði langt síðani verið firnað um talan var um eitt neyðtøkumál. Antidopingnevndin vil ikki taka heiðursmerki frá bevísliga dopaðum eysturtýskum svimjarum tá, av tí at tað er ov langt síðani. Hví skulu tey tá enn føla seg skula standa til svars fyri at onkur avgreiddi okkum spakuliga tá?

    So vítt sum eg skilji, so heldur ÍSF ikki ein gang at teimum nýtist at gera nakað, annað enn at bíða eftir at Bermuda ella Gibraltar ella hvør tað nú er fær sítt (líknandi) mál ígjøgnum. Bíða bara, so skapar tað ‘præcedens’, sum ger at vit eisini fáa limaskap. Sikken ein vánalig undanførsla fyri ikki at gera nakað sjálvi.

    Nei sannleikin er at tey sum er ikki gera arbeiðið við at skaffa okkum OL-limaskap nóg gott, og at okkara møguleikar tí vikna fyri hvønn dag sum gongur. Heðin Mortensen burdi fyri langari tíð síðani havað ásannað at tey ikki koma á mál við verandi taktikki, og tí onkunsvegna broytt hann. Um tey ikki sjálvi vita hvussu, so kundu tey um ikki annað roynt at leitað eftir øðrum fólki at styrkt seg við.

    Og so er tað alt tað við ítróttarliga umhvørvinum hjá okkara bestu. Haldið uppat at bara tvæssa um hvussu tit ætla og vilja, og farið heldur og finnið onkran sum dugir. Og takið avleiðingina sum skjótast, um ein loysn sum tit hildu fór at rigga allíkavæl ikki riggar (hetta prikið var tilætlað SSF). Haldið uppat at meyla um at tað ber ikki til vegna væntandi politiskan uppbakning og hvat veit eg, tí nógv av tí kann klárast uttan. Ella í øllum førum uttan at skula út í Tinganes at biðja um pengar.

    Ein stórur partur av tí sum væntar í Føroyum, er heilt einføld samskipan. Ella hvør skal siga ágrýtin og ábyrgdarfull leiðsla í SSF og ÍSF.

    Vit vita til dømis at venjingin sum er riggar væl úti í lokalu svimjifeløgunum, men næstan konsekvent ongantíð í landsliðshøpi. So hvat við at royna norska modellið, har man ikki hevur ein (ella tveir) landsliðsvenjarar, men heldur letur teir bestu venjararnar í feløgunum um at vera saman um landsliðsarbeiðið?

    Vit vita eisini at vit nokk ikki fáa ráð til at hava ein fysioterapeut gangandi uppi í ÍSF-húsinum. So hvat við bara at finna útav hvat sum man nú einaferð kann fáa av seravtalu við teir fysioterapeutar sum eru í landinum, og so fráboða øllum um ta loysn man kann bjóða? Sum er er tað fullkomiliga upp til hvønn einstaka svimjara (ella svimjifelag) at fáa avtalur í lag.

    Vit vita at ein rúgva av tí arbeiði sum verður gjørt innan ÍSF og SSF er sjálvboðið, samstundis sum ÍSF og SSF sláa út við armarnar og siga at man fær einki gjørt tí at man manglar pengar. Hvat við so veruliga at mobilisera tær sjálvbodnu krefturnar, og kanska lokka eyka kreftur afturat, í einum felags átaki fyri Føroyar?

    Nei eg veit ikki. Kanska eru tað veruliga bara pengarnir sum vænta. Og tá er tað løgið at man allíkavæl ikki fær gjørt nakað, tá ið man hugsar um at vit faktiskt eru rík, og týðiligvís kunnu so nógv annað við okkara pengum. Um virðislønin var ein OL-billett, so trúgvi eg at man kundi komið heilt langt sjálvt við nøkrum so einføldum sum at svimjararnir sjálvir betaldu.

Ger viðmerking