Pál sett met í 200 frí í morgun

Pál svam teinin í tíðina 1:51.79, sum er 13 hundraðpartar skjótari enn føroyska metið sum hann setti á NJM fyri 14 døgum síðani. Ein flott forbedring, tá ið man hugsar um at hann tá, á NJM, gjørdi eitt tikaralop til at fara frá bronsu- til gull-heiðursmerki.

SSF dagførir ikki sína heimasíðu longur, og metið á ssf.fo er tí enn teir 1:53.60 sum hann vann gull við á Rhodos í summar. Kiksað SSF, men fantastiskt Pál at betra seg næstan 2 sekund á 200 metra teininum uppá eitt hálvt ár!

Shaila millum Garðarnar svam eisini eina virkuliga flotta tíð í morgun, tá ið hon svam 50 frí uppá 27.02 sekund. Hon vildi tó sikkurt gjarna svomið einar tríggjar hundraðpartar skjótari, so at tíðin fór niður um 27 sekund, ella kanska 1-2 tíggundapartar til at fara niður um metið hjá Elspu á 26.71 (ella er tað 26.91?).

Á sport.fo stendur annars at lesa at Kári J. á Høvdanum eisini kláraði kravtíðina til HM í gjár, tá ið hann setti føroyskt met í 100 rygg. Tey eru nú trý sum eru klár at fara til HM í Manchester í apríl 2008: Elspa Mørkøre, Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.