Videobrot frá NJM 1993 í Tórshavn

Bartal fann onkur gomul videobrot herfyri. Dyrkið at SVF sendi frá kappingini við 4 kameraum, frásøgufólki, tokskinnarum og tað heila. Dyrkið eisini at heimsmeistarin anno 1997, Jacob Carstensen, svam í stafettini fyri Danmark. Og at Eivind Eysturoy kláraði rættiliga væl at fylgja við hinum. Og at Noregi vann á Danmark 🙂

2 thoughts on “Videobrot frá NJM 1993 í Tórshavn”

  1. Úrslitið á kappingini varð:

    # Land Tíð
    1 Noregi 3.37.69
    2 Danmark 3.38.97
    3 Finnland 3.43.63
    4 Ísland 3.57.30
    5 Føroyar 3.58.22
  2. Ja okur síggja so øll somul hvussu SVF var í 1993.

    Men hvar vóru sendingarnar hjá SVF í ár ? Havi eg ikki akkurát brúkt ein tíma uppá hondbólt í SVF uttan at síggja ein einasta føroying ? Hvussu er prioriteringin í SVF?

    Vita teir ikki at SVF stendur fyri Svimjing Vinnur á Fótbólti ?

    Eg má senda mail til JC og siga við hann at hettar videobroti er til. Hann svam gott, men pínadoy sum vendingarnar hjá honum vóru vánaligar hehe. Nakað hann hevði trupuleikar við heilt fram til 1996, men rættaði til 1997 og restin er søga 🙂

    Heimsmeistari…. tað ljóðar bara so gott 🙂

Ger viðmerking