Sama tíð í 200 firvald :-)

Stuttligt at fylgja við ‘live’ á debrecen2007.com. Heimafavoritturin Laszlo Cseh lá á odda men dragnaði týðiliga tá ið 2-3 longdir vóru eftir, og mannaði seg tí upp aftur tá ið polski Pavel Korzeniowski vendi samstundis sum hann til síðstu longd. Teir komu inn í senn, og á úrslitatalvuni stóð eina løtu sama tíð til báðar svimjararnar, til tey nú opinbart hava funnið ein eyka tíggjundapart til Cseh.

One thought on “Sama tíð í 200 firvald :-)”

  1. Meðan tey vísa andlitsmynd av Cseh á heiðurspallinum, so blandað tey uppí videobrot frá tá ið hann svam 200 firvald. Skriva niður SVF !! 🙂

Ger viðmerking