Pál – 1500 frí – 15.10.02

Jamen, hvat sker 15.10, tað er undir 1.01 pr 100m ……

Fyri flest allar svimjarar er minnutið eitt magiskt mark – men Pál ger tað 15 ferð á rað, uttan pausu…..

ÓFATULIGT, FANTASTISKT, SUPER, eg havi ikki orð fyri hesum.

Sjálvandi nr 1 á europaranglista fyri juniorar.

Super hamrandi flott PÁL

Eisini hinir føroyingarnir í Ungarn, flott svomið.

Kári, tillukku við metinum, og eini sera flottari tíð í 50 rygg

 

4 thoughts on “Pál – 1500 frí – 15.10.02”

  1. Til lukku Pál, JB og restin.

    Fyri 14 døgum síðani sorlaði Pál allar norðurlendskar juniorsvimjarar sundur og saman við at svimja 15:24, og nú svimur hann so heili 14 sekund skjótari. Tað er umleið ein heil banalongd skjótari enn tá !!

    Jón Bjarnason skrivaði varliga í gjár á susvim, at Pál ætlaði sær at svimja 15:15, men at hann (Jón) sjálvur bara vónaði at hann kundi svimja undir 15:20. Nú hava tey alla orsøk til at skriva umaftur og umaftur um hetta ótrúliga úrslitið, sum hann fekk í dag.

    Hetta er sjálvsagt føroyskt met, og allarhelst norðurlendskt juniormet um eitt sovorðið var til (og tað veit eg tilfeldigvís at tað ikki er… spurdi generalsekretærin sjálvan, sum segði at tey ikki fingu skrásett juniormet tí at aldursbólkarnir vóru so ymiskir í norðurlondum).

    Tað er eisini 881 FINA stig, sum er nógv tað mesta sum nakar føroyingur nakrantíð hevur fingið. Minnist til at 1000 stig eru ‘heimsklassi’, so nú eru bara eini 120 stig eftir hjá Pál. Og tey telja skjótt tá ið man er komin upp har sum Pál er.

    Haldi tað er Jón sum skrivar her at Pál vendi í 8:03 á 800 metrum, sum merkir at hann mest sannlíkt nú kann svimja 800 metrar undir 8 minuttir, um ikki hann skal svimja 700 metrar afturat sum í dag. Tað er undir minuttin 8 ferðir á rað, uttan at halda pausu!

    Í morgun var besta evropeiska 1500-tíð hjá juniorum á swimrankings tann hjá russiska Sergey Strelnikov, á 15:12.57. Hetta merkir at Pál eftir í dag fer upp á fyrstaplássið á ranglistanum, og enntá upp á annaðplássið á 800 fyri sína splitt-tíð í 1500 kapping !!

    Árið er nú hálvrunnið, og vit mugu tí spakuliga fyrireika okkum mentalt uppá at føroyingurin Pál Joensen er ein av topp-favorittunum til at vinna gull á Evropeisku JuniorMeistarakappingini í summar.

    Og hvussu við øllum hesum við Oyggjaleikum? Well, í summar vann Pál jú yvirbevísandi m.a. 1500 frí við at svimja 15:48. Altso 38 sekund spakuligari enn í dag, ella meira enn tvær banalongdir. Tá spurdu triathletar har varliga um hasin føroyingurin fór at luttaka í triathlon eisini, týðiligvís tí teir ræddust hann.

    Til lukku Pál. Tit byrjaðu eitt sindur varliga her á EM, og eg stúrdi tí fyri at okkurt kanska ikki var heilt optimalt har suðuri. Men hetta her berættigar øllum. Please onkur fortel mær at tit hava tikið hetta her uppá video í morgun, við kommentarum frá Eurosport-manninum.

  2. Til DKM var Mads Glæsner úr DK nokk so dominerandi í 1500m frí, ja hann var yvir ½ min. framman fyri Pál. Tað skal hann jú sum vaksin maður, men men, nú í dag vóru bert 16 sek. á muni á teimun, og hvussu man síggja út um ½ ár ?

    Mads Glæsner gjørdist nr.6 til EM, ikki at eg haldi tað vera flott, men okur kunnu nú gott brúka úrsliti til nakað.

  3. Kanska legði hann ov hart út?

    EB skrivar at “Glæsner gik lørdag ned i slutningen af finalen på 1500 meter…..Danskeren lå længe til at få en glimrende tid, men til slut løb Mads Glæsner tør for kræfter og blev noteret for tiden 14.53,86 minutter, omkring otte og et halvt sekund fra hans egen danske rekord.”

  4. Á FINA heimasíðuni stendur at besti junior í heiminum er úr Australia:

    ASHWOOD Christophe AUS 1991 15:08.85 Swimming World Cup 2007 03-11-2007

    Og næstur honum er russarin Sergey Strelnikov sum Pál nú vippaði av Evropa toppinum.

    At Pál so er 1,1 sek. frá Nr.1 junior í heiminum, mugu okur so bara finna okkum í, og glaðast yvir 🙂

    Nú er nokk reypa, fari at slappa av til Pál & Co koma heim aftur at venja.

Ger viðmerking