2 føroysk met í morgun

Vit hava longu skrivað vítt og breitt um Pál og hansara 15:10.02 í morgun, men Kári J. á Høvdanum setti eisini met. Hann svam sambært úrslitanum 100 rygg í tíðini 57.41, sum er 3 tíggjundapartar skjótari enn føroyska metið sum hann setti á NJM í Havn fyri 14 døgum síðani. Og enn einaferð kann hann tíverri síggja, at tíðin hann svimur í dag vildi givið honum heiðursmerki av fínari slag á NJM.

Ger viðmerking