Føroyskt met til Kára ?

Tað sær út til at Kári J. á Høvdanum hevur sett nýtt føroyskt met í 50 rygg í morgun, á Evropeisku Meistarastevnuni í Debrecen (Ungarn). Tíðin varð 26.83 sekund, sum í øllum førum er væl skjótari enn metið á almenna metlistanum hjá SSF (27.29), og eisini skjótari enn hansara silvurvinnandi tíð á NJM 2007 (26.95).

Shaila, Dánjal Martin og Mona hava eisini svomið í morgun. Shaila millum Garðarnar svam 50 frí firvald á 30.04, sum var skjótari enn hennara tilmeldingartíð á 30.13, men ikki heilt so skjótt sum hennara skrásetta føroyska met á 29.89. Og her skal sigast at Elspa í heyst svam 50 frí firvald á 29.37, sum vit tó ikki enn vita um SSF hevur góðtikið sum føroyskt met.

Dánjal Martin Hofgaard svam 100 frí á 53.54, sum í øllum førum var væl skjótari enn hansara tilmeldingartíð á 54.12. Annars stuttligt at síggja aftur her, at teir báðir danin Jakob Andkjær og sviin Stefan Nystrand sláast um bestu kvalifikatiónstíðirnar í innleiðandi. Hesu ferð ‘vann’ Jakob, meðan tað í gjár var akkurát øvut (og tá skal so sigast at Stefan fór víðari til at vinna kappingina, meðan Andkjær reyk út longu í semifinaluni).

Mona Simonsen svam 800 frí á 9:13.50. Jutta Thomsen eigur her føroyska metið á 9:01.58, sum hon setti á Rhodos í summar.

8 thoughts on “Føroyskt met til Kára ?”

  1. firvald Rókur, firvald  🙂

    Annars er tað aftur nú prógva hvussu stór ein skandala tað er við hasum metlistanum. Spurningurin er so bara, blíva hesi met nakrantíð góðtikin, ella fara tey í gloymibókina tíð at eingin í SSF hevur hug til at hugsa um hvat svimjing er fyri nakað.

    Hoyri eg aftur um eina tápuliga FINA kongress ella LEN kongress har formaðurin úr starvsnevndini er við uttan at hava rudda upp í svimjinevndini fyrst (sum er hansara uppgáva) so gevist eg í føroyskari svimjing. Hettar líkist f… ongun.

    At tosa um at OYL kosta ov nógv…. hvat kostar metlistin ? Fy for f….

    1. Eg vil gjarna umganga at ‘píska ein stemning upp’, men hatta við metlistanum er bestemt ikki nóg gott. Éitt er at tey hava trupulleikar við at dagføra tíðirnar (og alt annað) á heimasíðuni, men kundu vit so ikki fingið hann á annan hátt?

      Eg veit væl at vit hava góðar tíðir í føroyskari svimjing fyri tíðina (‘bæði so og so’, fyri at citera Kaj Leo 🙂 Men tó so virkar tað í mínari verð sum beinleiðis flabut av SSF, at lata verða við at gera vart við við føroysk met, so hvørt sum tey verða sett.

      Eg sakni at fáa at vita hvørjar reglur SSF gongur eftir í dag, tá ið tað kemur til at góðkenna ella avvísa føroysk met. Haldi at ein frágreiðing burdi verið send feløgunum um hvørja avvísing sum verður framd, við áseting av hvør regla sum ikki varð fylgd, og sjálvsagt við áseting av hvør sum tók avgerðina í SSF. Hvør tekur egentliga avgerðina í dag, um hvat sum er met ella ikki? Kanska eingin?

      Tað kann sikkurt virka ógvuliga tekniskt og “puha, nú skulu vit til at dagføra heimasíðuna aftur”. Men tað kann jú eisini bara klárast við at hava tvey standardskriv liggjandi, klár at smekka út til fjølmiðlar og svimjifeløg. Tað eina sigur at føroyskt met er sett, hvat tíðin var osfr, og hitt sigur at talan tíverri ikki var um føroyskt met.

      Svimjisambandið burdi havt ein ‘chief recorder’ av onkrum slag, sum hevði ábyrgd fyri at bæði at halda metlistan dagførdan og at ‘varðveita søguna’. Er tað nakar í SSF sum goymir gomul met, so at vit kunnu síggja progressiónina? Hvussu við úrslitum á NJM yvir tíð? Og hvussu við øllum fjølmiðlabrotunum, í bløðum og sjónvarpi? Metlistin er eitt krav, men alt hitt søguliga er bestemt eisini gull vert.

      (…. og viðvíkjandi firvald, so ja… eg kláraði enntá at leita gamlar firvaldatíðir fram og alt uttan at leggja til merkis at eg tvær ferðir skrivaði frí heldur enn firvald :-S )

  2. Undirritaði vil hervið melda seg frívilligt sum ‘chief recorder’ hjá SSF!!!

    Treyta av at man fær atgongd til WinGrodan hjá SSF sjálvandi, og at man fær úrslita listar frá øllum kappingum, sum hava verið í Føroyum og frá kappingum uttanlanda, har føroyingar hava tikið lut! 🙂

    So kann man kanska gera ein almennan lista á heimasíðuni hjá SSF, og har skal man eisini kunna downloada ein fráboðanar seðil til Met, nálir o.a. Og bara senda hann inn aftur pr meyl 🙂

    Søren Olsen

    1. Eg tók mynd av skerminum og kann prógva at tú hevur skriva at tú gott kann.

      So mangla okur bert at SSF gevur eitt svar. Eg skrivi so ein meyl um tað nú 🙂

  3. Jamen sjálvandi fari eg ikki at broyta meining!

    Eg hevði so ikki skrivað hatta, um eg ikki meinti tað!

    Mong eru tey sum hava, ella hava havt, ilt í reyvini av hasum met listanum, og mátanum mann skal boða met og nálir inn uppá. So vónandi ferð SSF at gera okkurt við tað nú…. Tey (SSF) skulu so ikki hava tann umskyldningin at ongin er sum vil taka á seg uppgávuna!

    So JA eg meini tað, og standi við tað sum eg sigi, sum eg jú altíð havi gjørt.

    Søren

Leave a Reply to Søren OlsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.