2 heimsmet á fyrsta degi av EM

Stjørnurnar svumu alvorliga skjótt á Evropeisku Meistarastevnuni í dag. Fyrst setti polska Otylia Jedrzejczak heimsmet í 200 firvald við tíðini 2:03.53, og løtu seinni megnaði ungarski Laszlo Cseh at seta heimsmet í 200 blandað við 1:52.99, á heimabana í Ungarn. Gomlu metini áttu ávikavist kinesiska Yu Yang (2:04.04) og brasilski Thiago Pereira (1:53.14)

One thought on “2 heimsmet á fyrsta degi av EM”

  1. Ikki so gali hjá Otylia Jedrzejczak nú hon gjørdist 24 ár í dag. Hvør kann, sum svimjari, ynskja sær eina betri gávu at geva sær sjálvum enn eitt nýtt heimsmet 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.