Ótrúligt vikuskifti

Tríggjar gull, eina silvur og eina bronsu. Vit eru nokk øll meira ella minni sperlað, sum hava verið uppi í hesum her við NJM í vikuskiftinum, men tað hevur verið tað heila vert.

Um tit vilja lesa meira um NJM, so farið á www.njm2007.com/fo ella www.susvim.com. Tit kunnu eisini síggja video frá stevnuni á www.youtube.com/njsc2007, og síggja myndir á picasaweb.google.com/njsc2007.

Ikki at siga at vit ikki fara at skriva meira um NJM her. Eg orki bara ikki at seta meg at skriva alt tað umaftur her, beint nú, sum allíkavæl stendur á offisiellu síðuni 🙂

6 thoughts on “Ótrúligt vikuskifti”

  1. Ein góður samandráttur av føroysku úrslitunum er lesa her á sport.fo, við rós til allar svimjararnar og eisini áhugavert rís til fyrireikararnar. Og eg meini faktiskt “áhugavert rís”, eisini hóast eg sjálvur var uppi í rokinum 🙂

  2. á offisiellu síðuni er ein lítil feilir við tíðini hjá Severi í 200m frí, har tykur annars so flott seta ein Top´20 lista upp. Serveri liggur nr.20 við tíðini hjá Pál 🙂

    Annars hava tykur rætta teir smáfeilir sum annars vóru, og so hugsaði eg at okur bara kunnu rætta teir allar.

    Rókur og hvør í annars hevur lagt eina óhugnaliga orku í NJM síðuna, tú/tykur hava gjørt tað heilt ótrúliga flott, og eitt er heilt sikkurt, síðan stendur framman fyri allar aðrar av sínum slagi. Eg meini at tað var Bartal sum sá alt NJM ígjøgnum eitt video-upptøkutól, flott… eg mangli orð. Einastandandi at allar kappingar liggja á youtube.

    1000 takk til tykkum

    Jón B.

    1. Og takk fyri bæði rós og rætting. Sum tit síggja á myndini hjá Johan Martini (dammit), so var øll orsøk til at eg sá skeivt til tíðir.

    2. Ein dag ein dag.

      Bartal stríddist virkuliga við at fáa videoirnar at vera so væl egnaðar til YouTube sum gjørligt, men tó so gjørdust tær kámar og gruggutar, tá ið fyrst YouTube hevði ‘optimerað’ tær. Góðskan verður væntandi betri har um einar tveir mánaðir, men vit kanna tó so eisini aðrar møguleikar. Til dømis vísir tað seg at akkurát sama uppsenda video sær betri út á MSN Soapbox enn á YouTube …

      MSN Soapbox

      YouTube

      1. Gloym ikki at ljóðgóðskan eisini er betri á Soapbox, sum sendir stereo í mun til mono ljóð á YouTube – hvat tað so enn hevur at siga fyri svimjing 🙂

  3. Takk fyri Jón. Vit muga ikki gloyma Jóhan Martin, sum tók nógvar – góðar (sí longri niðri) -  myndir leygardagin. Eg skeitti nokso illa aftaná NJM av at hyggja í ein 2 tummar skerm. Og eg má ásanna, at svimjikappingar skulla síggjast ‘live’. Video er bara næstbest.

     Men ok, Rókur sá minnið av NJM enn eg 🙂

    From NJSC 1. session

    Vit vilja royna at rætta feilirnir, so hvørt teir verða fangaðir. Tit muga gjarna vísa á teir.

Ger viðmerking