Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Hetta er stóri spurningurin á kjaksíðum innan svimjing, nú Stefan Nystrand í august svam langbana 100 frí á 47.91, næstskjótasta tíð nakrantíð, samstundis sum hann sigur seg ongantíð venja meira enn 20.000 metrar um vikuna, umframt 2 ferðir landvenjing. Lesið t.d. her og her á timedfinals.com, her á CollegeSwimming.com, og her á kjaksíðuni hjá ‘The Race Club‘. Hatta er alt á enskum, men Nystrand forklárar eisini sjálvur ymiskt her á svenskum, í SvD.

3 thoughts on “Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?”

  1. “Hetta er stóri spurningurin á kjaksíðum innan svimjing, nú Stefan Nystrand setti nýtt heimset í 100 frí á 47.91”

    Tíðin hjá Nystrand 0:47:91 er tann næst skjótasta nakrantíð í heiminum á langbana. Ikki heimsmet, ikki Evropa-met, (tey eiga tann flúgvandi hollendarin) men “bara” svenskt met 🙂 Men cool at tað svenska meti er næst skjótasta tíðin í heiminum nakrantíð.

    Nystrand svam 50 & 100m frí í 25m hyli í fantastiskum heimsmet-tíðum 🙂

    Men fyri at viðmerkja tað sum forum evni setur spurning við, so má ein bara svara ja, tað sigur hann jú sjálvur 🙂 Og El-tíðin sigur at hann svam so skjótt. Eg haldi tó sum so mong onnur, at Stefan svimur nokk eitt sindur meira enn teir 20-25Km um vikuna í periodum. Havi hoyrt onkran siga, at Nystrand í 4-6 vikur liggur á gott 40Km áðrenn hann byrjar uppá fartvenjing, og tað er har at metrarnar hjá honum fara heilt niður á Rókur støði 🙂 hehe tað skuldi við. Men líkamikið, hann svimur skjótari enn tey flestu uppá sín máta, onkur hevur svomi skjótari á langbana uppá ein annan máta. Teir møtast vónandi í 100m frí finaluni til OL, og har finna okur so útav hvør er bestur.

    1. Eg havi rættað hatta har við heimsmetinum á 47.91. Og ja, stress… í løtuni havi eg so nógv at gera at tað mesta bara rýkur út á heimasíðuna, uttan at nái at rættlesa meg sjálvan.

      “Rókur støði”, he he… nú vóru vit annars so glað á Toftum, við tað at vit (endiliga) venja á heimsniveau 🙂

Ger viðmerking