Úrslit frá Silva Cup, bólkur 3

So eru úrslitini komin frá fyrsta parti av Silva Cup 2007, og fyri eina ferð skyld er FLOT ovast! Birita Debes stóð fyri størsta hálið við at vinna 3 gull og 2 silvur, í flottum tíðum sum 29.87 í 50 frí og 1:13.22 í 100 rygg.

Stevnan í kvøld var annars merkt av vánaligari luttøku, við tað at bara FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag, Skeggjar og vertsfelagnum Reki møttu. Men akkurát í hesum føri merkti tað tó ikki at støðið var lágt fyri tað, við tað at serliga genturnar her eisini plaga at vinna tá ið hini luttaka.

Inhabilur ella ei, so havi eg hug at draga fram aftur fínu úrslitini hjá Biritu Debes, nú hon til tíðir vant burtur úr annars fínum kappingarneytum úr FS og Reka. Hon vann sær gullnál silvurnál í Vági farna vikuskifti, og breyt so í kvøld eisini ‘múrin’ í 50 frí, við at svimja undir 30 sekund. Tað er enn eitt petti niður til føroysku metini hjá Elspu og Maluni í viðkomandi greinum, men tað er væl altíð nakað at hon nærkast 🙂

Tað er eisini serstakliga flott at síggja Turið S. Christiansen vinna 100 bringu í kapping við Biritu og Poulu, og fleiri ferðir vinna onnur heiðursmerki eisini, hóast hon í ár er eitt ár yngri enn tær bestu í bólkinum. Hon hevur altso eitt heilt ár eftir í bólkinum, næsta svimjiár, tá ið Birita og Poula og hinar skulu upp í bólk 4.

Stevnan var annars eisini fyri okkara part í FLOT merkt av fráveru, við tað at serliga toftabørnini vóru upptikin av framførslu í Missiónshúsinum. Barnaringurin helt sítt árliga jóla-tamtam, og stafettir okkara vóru tí torførar at manna.

Rokniark við heiðursmerkjabýtinum er viðfest, umframt offisielli úrslitalistin fyri í kvøld. Eg skal kanska stutt lista upp heiðursmerkjabýtið her niðanfyri:

  • FLOT: 7 gull, 3 silvur, 8 bronsu
  • Reki: 6 gull, 6 silvur, 5 bronsu
  • FS: 2 gull, 5 silvur
  • Skeggjar: 1 gull

5 thoughts on “Úrslit frá Silva Cup, bólkur 3”

  1. Hint: Hon vann sær gullnál í Vági farna vikuskifti

    Skal so siga, at eg hevði givi mín vinstra arm fyri at fingi Biritu til SuSvim. Hon er ótrúliga evnarík, eitt stjørnuskot, og eigur at blakað alt annað frá sær, og halda seg til svimjingina. Og so skal FLOT venja meira, so at hon klárar seg betur seinasta 25m í einum 100m.

    Koyr á Birita.

    1. Sikkurt ov nógv at gera – eri faktiskt til arbeiðis beint nú og troysti meg við at eg so (kanska) kann taka ein frídag tá ið vit koma nærri at NJM %-)

      1.  Innanbilur, ja Kanska eitt sindur Rókur, trúgve tíð væl so gott ,sum Birita svimur , ein óðtrúlig tíð fyri ein so ungan svimjara , tillukku Birita og øll hini , sum hava svomi  í vikuskiftinum  á   Rekastevnuni.

        Sæt og hugdi at Rekakappingini,  birjaði Fríggjakvøldi  við bólki 3 við  einari vælskipari Rekastevnu, gott Reki, gekk skjótt ,alt eftur klokkuni , óðtrúligar tíðir av so ungum børnum,  hja dreinginum svam  Hans Jakup Fugle úr Reka óðtrúliga gott hann megnaði at svimja seg til 3 gull, 2 silvur, og 1 Bronsu ,og drongurin úr Skeggjum Tróndur á Høvdanum, fekk 1gull .  Hákun Edmundsson úr flot fekk  2 gull og 2 silvur , og Tóki Joensen úr flot  3 bronsur hasir dreingirnir vóru teir, sum skiftus at fara upp at heinta heiðursmerkir . Helt at teir høvdi brúk fyri eitt ordans herða klapp,  vit hoyra ofta bara um tær góðu genturnar ,  gott svomi dreingir 🙂

        Ja  Gentur , aftur hetta vikuskifti, megnaði  tit at fara heim  við    flottum úrslitum,  sum tit síggja á úrslita listanum so er tað genturnar Birita Debes flot, Poula Mohr fs, Turið Christiansen Reka og Jonna B Thomsen eisini úr Reka sum eru tær, sum berjast uppi í toppinum ,tær eldru eru eitt lítið sindur betri, og kanska ikki altíð betri, sum vit sóðu fríggjakvøldi við Turið í 100 bringu, vit hava eisini nógvar aðrar góðar gentur ,sum eru beint í hølinum á teimun, so tað verur spennandi til næstu kappin…

        Drívi á gentur og dreingir, tit eru óðfør ,øll somul, tit fáa øll eitt herða klapp fra mær , tillukku til tykkum øll, sum vóru og svomi kapp  fríggjakvøldi á Rekastevnum . 🙂

         

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.