Svim fyri lívinum – Eitt hugskot

Er hettar ikki nakað okur eiga at royna í Føroyum ?

A campaign to get every child in New Zealand to be able to swim 200 metres confidently by the age of 12 has been backed by the scouting movement.

The Swim For Life initiative – developed by Water Safety New Zealand, the New Zealand Recreation Association and the New Zealand Swim Coaches and Teachers Association of New Zealand – wants to encourage more children to learn and develop swimming and water survival skills.

And Scouting New Zealand is happy to help: it will pass the message on to no fewer than 14,000 children a year. A great base for the talent spotters at the helm of New Zealand’s swim programme.

Kelda: SwimNews

Hvussu nemt hevði tað ikki veri at koyrt eitt líknandi program í Føroyum. Eg hómi eitt gullnám goymt í einum líknandi tiltaki. Hugsi kanska at genturnar skuldi veri upp til 10 ár, og dreingirnar upp til 12 ár. Skúlarnar í Føroyum eru nok so vælvirkandi tá ið okur práta svimjiundirvísing. Og hettar er kanska ein eyðka motivitaion til svimjilærarar. Jú tað skal roynast, og SSF má við uppá vognin. Svimjifeløgini høvdu funni nógv talentir á hendan hátt, og SSF kundi kanska byrja uppá eitt organisera smáunglinga útviklingsprogram av álvara. Kanska 2-4 vikuskiftir um ári, har tey bestu í hesum aldri møtast til felagsvenjing. Eitt OL program sum okur kenna tað úr øðrum londum. Tey vera fyrireika uppá fyrst DÅM, so NJM og so koyrur tað bara. Hvat siga tykur, høvdu okur klára tað ?

One thought on “Svim fyri lívinum – Eitt hugskot”

  1. Øll tiltøk eru vælkomin, sum kunnu fáa børn sum heild at duga betur at svimja. Tí éitt er at vit í kappsvimjing tá fáa ein størri (ella kanska rættari: ‘betri fyrireikaðan’) talentmassa at arbeiða við, men hartil er svimjing jú ein lívbjargandi ítróttur. Eg sá gjarna at børn longu sum fýra-fimm ára gomul dugdu so mikið væl at svimja, at tey uttan hóvasták kundu yvirliva at detta í ein hyl ella av kajkanti.

    Annars hoyri eg (frá lærarum) at nýggja svimjiskúla-tiltakið riggar væl, sum SSF og Mentamálaráðið skipa fyri í felag. Havi nógvar lærarar í mínari familju og millum kenningar, sum fyrst og fremst brokka seg um at mangla amboð og hugskot til svimjingina í fólkaskúlanum. Altso ikki (bara) svimjiamboð sum plátur og ringar, men meira amboð til at duga at læra eisini tey meira varnu børnini at svimja.

    Hesi amboð koma eftir øllum at døma rættiliga væl upp á pláss nú, við teimum skeiðum sum Rúni Gaardbo og Pálin Olsen skipa fyri runt landið. Var sjálvur á skeiðinum fyri skeiðshaldarar, og haldi at sterkasta kortið við hesi norsku merkjaskipan netupp er tann ógvuliga klára ætlanin fyri hvussu tú fært børn frá at vera bangin fyri vatni, til at kunna svimja.

    Hin vegin sakna flestu fólkaskúlalærarar enn hugskot til svimjivenjingina í skúlanum, eisini eftir at hava verið á skeiði. Spøl og annað sum øll kunnu savnast um, sjálvt tá ið munurin er stórur á hvat svimjararnir duga. Her haldi eg at ein online dátugrunnur hevði verið ein hjálp, a la hin hugskotsgrunnurin sum eg gjørdi til gomlu flot-heimasíðuna á sinni. Men gjarna betri 🙂

    Fyri at venda aftur til evnið, so haldi eg at jú, vit mugu gjarna fara í holt við eini verkætlan til at fáa øll børn at svimja meira, samstundis sum vit ikki gloyma at flestøll børn faktiskt longu svimja sum er, í skúlanum, og at vit tí vinna eina rúgvu við at tryggja okkum at tann tíðin er væl brúkt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.