4 svimjarar úttiknir til EM í Ungarn

Sambært tíðindum her av heimasíðuni hjá Suðuroyar Svimjifelag, verða tað tey fýra Pál Joensen, Dánjal Martin Hofgaard, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag sum skulu luttaka fyri Føroyar á Evropeisku Meistarastevnuni í Ungarn, 13.-16. desember 2007.

7 thoughts on “4 svimjarar úttiknir til EM í Ungarn”

  1. Ikki fyri at taka nakað frá hinum gentunum, men hevur Elspa ikki scorað fleiri stig?

    Hon hevur kanska meldað avboð?

  2. …..og hvussu við Kristian Olsen og Kára J. á Høvdanum, sum hava fleiri stig, næst Pál???

    Tími ikki at gera meir við handa spurningin…lat hann hanga í luftini og hopi uppá enlightenment:P

    1. Eg vóni at tú sum venjari hevði sæð burtur frá teimun sum ikki eru aktiv, um ikki annað, so fyri at leggja lunnar undir eitt hart arbeiðandi landslið í framtíðini.

      Hevur Kári yvir 690 FINA stig í nakrari kapping ? DMH hevur 690 stig fyri 100m frí til FM 0:52,94  EM kravtíðin spennur um 1. mar. 2007 til 18. nov. 2007, um eg skal trúgva SSF.

      So um eg ikki taki feil, so liggur DMH nr.2 eftir Pál um Kristian fellir fyri inaktivitet.

      Men sum tú sigur, so kemur nok ein nærri frágreiðing ASAP.

  3. Yepper, den er jeg klar over. Men hvussu við EJM, tá Kári svam seg til 693 stig??? Eingin sigur nakað um langbana vel??? Og hevur nakar tosað um inaktivar svimjarar??? Eg kenni einki til at Kristian er givin. Havi sostatt tveir svimjarar, sum eru omanfyri hasi 690 stigini, um vit tosa um FM og til dags dato:D Hugsa vit frá sesongbyrjan (august) er støðan eisini sólarklár.

    Sama ger, justice has been served

  4. Tað er væl ein orsøk til at ymiskar kravtíðir eru til langbana og stuttbana á SSF heimasíðuni. Eg veit um EJM, eg var har 🙂 Og eg veit hvat K.O. segði við meg, og uppfyllir tað ikki kriterium hjá einum aktivum svimjara um ein hugsar landslið. Men okur eru so ymisk, hava ymisk mál og ambitiónir. Andrass Thomsen hevur fleiri stig, og eg veit at hann venur 1-2 ferðir um vikuna, men eg haldi ikki at hann sjálvur heldur seg vera landsliðsmateriali, men kanska eg fari skeivur. Kanska Andrass skal við ?

    Veit nakar nær í tey skulu úr Føroyum ?

  5. Ja kanska, um tað er tað rætta at gera. Men so kann man sikkurt eisini fara at diskutera oyggjaleikaúttøku, har man kundi spart nakrar 100.000 kr. við at hugsa seg um.

    1. Nú sita vit øll onnur og eru so skítbýtt!

      Hvørjir svimjarar, hava hægsta stigatal?

      Síggja á ssf.fo, at har stendur bestu FINA stig frá 1. mars 2007 tll 18. november 2007, einki um lang ella stuttbana, so lat okkum sum ikki eru so innarliga fáa at vita hvørji svimjarar hava flest stig?

      Jon

Leave a Reply to JMPoulsenCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.