Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági

Susvim vann meira enn dupult so nógv gullheiðursmerki sum nummar tvey á listanum, Fuglafjarðar Svimjifelag, nú svimjistevna var í Vági í vikuskiftinum. Pál svam skjótt men spardi seg tó til NJM um tvær vikur. Birita Debes úr FLOT svam seg til eina silvurnál, og Johanna Katrina Bjartalíð úr Reka svam bronsunálatíð. Lesið á susvim.com.

Heiðursmerkjabýtið varð annars:

  • Susvim: 51 gull, 19 silvur, 15 bronsu
  • FS: 25 gull, 15 silvur, 9 bronsu
  • HS: 21 gull, 22 silvur, 13 bronsu
  • Ægir: 14 gull, 11 silvur, 13 bronsu
  • FLOT: 13 gull, 17 silvur, 7 bronsu
  • Reki: 13 gull, 16 silvur, 14 bronsu

Á heimasíðuni hjá susvim kann man lesa viðmerkingarnar hjá Jón Bjarnasyni her, um serliga hvussu tað gekst suðuroyingum á stevnuni. Úrslitini síggjast her, og eru hartil viðfest her niðanfyri.

One thought on “Suðuroyar Svimjifelag vann stórt í Vági”

Ger viðmerking