2 heimsmet sett í Berlin

Píka fakar, so gjørdi hann tað! Svenski Stefan Nystrand lovaði fyri vikum síðani heimsmet í Berlin, og svam so í dag teir 100 frí uppá bara 45.83 sekund, í Berlin. Altso fyrsti maður undir 46 sekund, við tað at gamla metið hjá Ian Crocker og Roland Schoeman var 46.25. Hálendska Marleen Veldhuis setti hartil heimsmet í 50 frí við 23.58, sum var akkurát éitt 1/100 sekund skjótari enn heimsmetið hjá Theresu Alshammer frá ár 2000, og 40 ára gamla Dara Torres setti amerikanskt met við 23.82.

Lesið um heimsmetið hjá Stefan Nystrand her á SwimInfo, og um Marleen og Daru her. Ein video av teimum 100 hjá Stefan sæst her niðanfyri.

4 thoughts on “2 heimsmet sett í Berlin”

  1. 1 sek. skjótari enn Alshammar er kanska at stramma tað eitt vet… ella hvat ?  🙂

    1/100 sek. og so eri eg við 🙂

  2. Havi lagt videobrot afturat tíðindunum her. Altso er tað bara eg, ella svimur hann við ógvuliga strektum ørmum?

    1. Hasin teknikkurin er nú ikki heilt ókendur, og sviin Lars Frölander svimur næstan sum Nystrand. Frölander hevði svenska meti í 100m frí (25m hyl) 0:46,75. Klim setti heimsmet til OL í Sydney 0:48,18 í liðsvimjing (1. maður, langbani) Eg havi lagt merki til at nærum allir super sprintarar í Svøríki svimja soleiðis, og Svøríki hevur jú heimsmeti í 4x50m frí (25m hyl) Kanska tað mest eru “smáðir” sprintarar sum nýta handan teknikkin, og hyggur ein at Nystrand, Klim og Frölander, so er vón fyri at Føroyingar eisini ein dag kunnu svimja mega skjótt. Okur nýtast als ikki at verða langt yvir 190cm. høgir fyri at náa stjørnurnar.

      Eg vanti at sýggja nógvar svimjarar við Straight-arm freestyle recovery í nærmastu framtíð. Og bara fyri at provokera tankan eitt sindur, hugsa Janet Evans, hugsa Nystrand, hugsa heimsmet í sprint OG langtein……. kanska øll onnur svimja við skeivum teknikki ?

      Les hesa grein um teknikkin, hon er sera áhugaverd, og fær ein til at hugsa eitt sindur. http://findarticles.com/p/articles/mi_qa3871/is_200407/ai_n9418290/pg_1

      Góðan arbeiðshug til venjing framyvir  🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.