Samandráttir av UM

DSC_0059Eg eri tíverri sjálvur rættiliga undirdíktur av arbeiði í løtuni, og nái tí illa at skriva nakran líkinda samandrátt í nærmastu framtíð. Men Jón Bjarnason hevur ein áhugaverdan samandrátt av UM 2007/2008 her á susvim.com, og onkur vælvitandi skrivar eisini um stevnuna her og her á Sport.fo.

Sum heild eru orðini rættiliga hørð, sum tey ungu fáa út yvir seg. Sovorðið sum at ‘Havnar Svimjifelag sær út til at halda á fram við sínari negativu útvikling’, og at ‘allir svimjarirnir í løtuni eru í eini bíðistøðu og tey mangla ein til at sparka hesi ungu eitt vist stað’. Eg vildi ynskt at eg kundi víst hesum pástandum aftur, men UM var faktiskt ein rættiliga óinteressant affæra, tá ið man sær burtur frá teimum seniorum sum møttu upp at seta met. Eingin unglingi setti bólkamet, fyri ikki at snakka um føroyskt met, og eingin unglingi svam yvir 680 stig.

Tað var tó ikki bara svimjarunum fyri at takka, tí tað virkaði sum um øll tóku hesa meistarastevnu sum ‘bara enn eina kapping’. Fyri at grípa í egnan barm, so tyktiskt eingin í FLOT at taka sær av at Birita ikki møtti fyrr enn (seint) sunnudagin, hóast hon var okkara besta boð upp á heiðursmerki. Jú jú eg veit, hon hevði góða umbering og alt, men har vóru kanska í so ‘gode miner til slet spil’, tá ið man hugsar um at talan var um eina meistarastevnu. Helt meg uppliva nokk so nógvar løtur har eg hugsaði “ná, svimur hon ella hann ikki hetta?”, tá ið tað kom til svimjarar frá øðrum feløgum eisini.

Heiðursmerkjabýtið var sambært susvim.com:

  • SUSVIM: 31 gull, 12 silvur, 8 bronsu
  • HS: 27 gull, 18 silvur, 6 bronsu
  • FS: 20 gull, 16 silvur, 9 bronsu
  • Ægir: 12 gull, 13 silvur, 13 bronsu
  • Reki: 10 gull, 9 silvur, 8 bronsu
  • FLOT: 5 gull, 10 silvur, 16 bronsu

Hetta býtið samsvarar rættiliga væl við uppmøting og innsats hjá ymisku feløgunum. Suðuroyar Svimjifelag var klárt mest uppsetta felag, men høvdu eftir øllum at døma vant hart upp undir UM. HS hevði fyri so vítt góða uppmøting, og FS hevði fleiri góðar unglingar eftir, hóast tey hava mist Elspu og Kára og Svein. Hini feløgini eru seriøst smærri í hesum høpi, og hava tó so klárað seg nøkulunda.

At enda vil eg loyva mær at ‘píska ein stemning upp’, við at siga at størstu veikleikar nokk vóru viðvíkjandi innsatsin hjá SSF. Og lat meg heldur skunda mær at siga at tey sum endaðu við at avgreiða UM, gjørdu tað til UG, tá ið man hugsar um ta freist og harvið tær umstøður sum tey høvdu at arbeiða undir. Men altso SSF… at flyta UM til at liggja her sum høvuðsattraktión í heysthálvuni, og so bara lata alt flóta til allarsíðstu løtu. Listin er langur yvir ting sum kundu verið betri, men lat meg líka bara taka tað éina, sum er eitt citat úr svimjireglunum um UM:

Svimjinevndin leggur kappingarskránna. Fullfí­ggjað skrá skal verða almenna kunngjørd í­ seinasta lagið 31. desember árið fyri kappingina.

Úrslitalisti og úrslitafíla eru viðfest. Myndin er frá UM. Og ja, har verður kappast á myndini.

One thought on “Samandráttir av UM”

Ger viðmerking