Hví svimja tey so skjótt í dag?

Sean Hickman hevur eina áhugaverda grein her í SwimInfo við yvirskriftini “Are We Swimming Too Fast in 2007?”, um tað at heimsins bestu svimja óvanliga skjótt í ár, í mun til tey frambrot sum hava verið innan svimjing. Hann brúkar 100 frí at samanbera seinastu árini við, og kemur fram til at tað ikki kann vera vegna betri teknikk ella draktir, men at tað hinvegin møguliga er vegna doping, ella tí at stóru pengaupphæddirnar í dag lokka størri talent til ítróttin.

Hann brúkar meðaltíðina hjá 20 teimum bestu svimjarunum í heimunum hvørt ár at samanbera støði við, í 100 frí seinastu 7 árini:

2000 48.99 Olympiskt ár
2001 49.17
2002 49.25
2003 49.03
2004 48.93 Olympiskt ár
2005 48.93
2006 48.92 Sindur skjótari enn Olympiskt ár
2007 48.66 til nú !!

Altso svimjararnir svimja umleið eitt kvart sekund skjótari í ár, sum er ein betring uppá umleið 0,7 prosent. Tað ljóðar ikki av so nógvum, men hann sigur so víðari at betringin í 80-unum og 90-unum var bara 1 prosent, og at her einki er hent seinastu 25 árini sum kann forklára hví at tíðirnar skulu halda gerast so nógv betri nú. Serliga ikki tá ið hugsað verður um at 2007 er eitt ikki-olympiskt ár, tá ið støðið vanliga er lægri enn í olympiskum árum.

Rættiliga áhugavert, so væntar hann eisini at heimsmetið hjá monnum fer at fara niður á umleið 47.42 innan alt ov leingi.

Sum sagt hevur hann onga forkláring uppá betringarnar, uttan kanska doping og betri talent. Men í viðmerkingunum nevnir onkur at ein munur kanska er at landvenjingin er blivin betri, og at tað so aftur avspeglast í hylinum.

Eg vildi persónliga hildið at tekniska støðið væl kann gerast betri hjá svimjarunum í dag, fyri tað um armtakið varð ‘funnið’ fyri 20 árum síðani, við tey jú tá ikki høvdu møguleika fyri at liva eitt heilt lív við teknikkinum. Um onkur fann uppá okkurt genialt í takinum, so skal tað jú líkasum út til allar venjarar, og gjarna roynast av teimum sjálvum, áðrenn teir kunnu taka ein unga at menna til heimsstjørnu. Altso eini trý ættarlið av svimjarum, har venjarin fyrst royndi sjálvur og miseydnaðist, og síðani royndi við svimjarum og miseydnaðist, áðrenn hann og øll hini um svimjaran dugdu og elvdu fram eina stjørnu.

Men jú, tað kann væl væl vera doping.

One thought on “Hví svimja tey so skjótt í dag?”

  1. Fleiri og fleiri svimjarir kring allan heimin svimja nú fulla tíð, og heilt nógvir hava bert ½ arbeiðsdag við hjálp frá nok so stórum stuðlum, og hartil kemur so eisini skúlin, fólkaskúlin og student/universitet, sum nú er vorin ítróttarvinarligur í so máta at venjast kann 5-6 tímar um dagin og tú fær hjálp við skúlatingum og annað. Til tað skal nógvur peningur, og tað er komin peningur í altjóða svimjing. Ja føroyskir svimjarir hava stuðlar, og tað gongur nok so gott hjá fleiri og fleiri 🙂

    Money makes the world go round….

Ger viðmerking