Hvørji mál skulu vit seta okkum fram til ár 2020 ?

Nú ÍSF í ovurmorgin skipar fyri evnisdegi um framtíðina hjá føroyskum ítrótti, haldi eg tað hevði verið áhugavert at hoyrt hvat ið tit svimjiáhugaðu halda eigur at gerast. Kanska okkara umboð fáa onkur góð ráð, at taka við á fundin.

Persónliga haldi eg at góðkenning sum olympisk tjóð eigur at vera rættiliga ovarliga raðfest. Kann vera grovur og siga ‘ovarligari enn verandi raðfesting hjá ÍSF’, tí Heðin & co hava jú arbeitt við málinum í 20 ár nú uttan at koma nakran veg.

Hartil haldi eg at ítrótturin eigur at fáa størri rásarúm í dagligdegnum, so at skilja at tað skal verða lættari hjá føroyskum ungdómum at íðka elitu-ítrótt og (samstundis) nema sær útbúgving ella arbeiða. Vit hava tørv á eini føroyskari Team Danmark loysn, við møguleika fyri at strekkja t.d. studentaskúlaútbúgvingina yvir 4 ár, og stuðulsskipanum til at kompensera fyri at tey ofta hava tørv á at flyta nærri at skúla- og venjingarumhvørvi, og ikki hava tíð til arbeiði við síðuna av skúla og venjing.

Og ja (nú bleiv tað alt til pengar), tey mugu eisini kunna fáa fíggjarligan stuðul til at fara uttanlanda at fáa ta serkønu hjálp sum vit ikki hava í Føroyum, ella at fáa hesa hjálp heim til Føroyar. Elituítróttur er hátøkni í dag, har tey í útheiminum rutinumessiga nýta serfrøði sum vit ikki hava í Føroyum, innan til dømis fysiologi og biomekanikk og ítróttirnar yvirhøvur, til at staðfesta hvussu hvørt einstaka ítróttarfólk best venur seg fram til toppform.

Á líknandi hátt má ein skaðafyribyrgjandi instansur vera tøkur til allar elituíðkarar í Føroyum, sum kann steðga ítróttarskaðunum áðrenn teir yvirhøvur verða til. ‘Fysiologisk screening’, sum tað eitur á fínum máli. Og sjálvsagt tó so eisini eitt apparat sum (beinanvegin) kann taka sær av teimum ið allíkavæl fáa skaða.

Og so eiga vit kanska yvirhøvur at stuðla upp undir at børnini sum heild verða meira fysiskt aktiv, við royndum innan so nógvar ítróttir sum gjørligt. Vit skulu ikki ræðast at spesialisera tey í ungum aldri, men mugu tryggja okkum at tey áðrenn tað er ‘fysisk alsidig’ innan so nógvar greinar so gjørligt, so at teirra motorikkur ikki seinni verður ein forðing í sergreinini. Til dømis er tað at bólta rút ein hornasteinur undir at kunna gera eina ordiliga saltovending í svimjing, og fimleikur er tí (eisini) týðandi fyri svimjing.

Børn skulu røra seg, eisini so at tey yvirhøvur vera sunn og sterk. Vit hava brúk fyri kempum í Føroyum, sum koma til ítróttin við evnum til at gera ‘alt’, og sum eru djørv og sterk í høvdinum eisini. Vit skulu ikki pressa børnini, men fáa tey sjálvi at ynskja at verða so góð sum yvirhøvur gjørligt, innan alt sum tey ynskja at takast við.

Hatta var mín meining 🙂

Hvat halda tit ?

11 thoughts on “Hvørji mál skulu vit seta okkum fram til ár 2020 ?”

  1. Tú nemur við tey 2 málini sum eg persónliga haldi hava størstan týdning her og nú.

    Útbúgving er nakað ein “skal” hava í dag. “Øll” eru einig í, (ikki FSF og Heðin Mortensen) at einstaklingaítrótturin er einasti vegurin fram hjá einari mini-tjóð sum Føroyar, um okur ætla nakað við OL ella bara klára okkum nevnuvert á altjóðaplan. Og kanska hesir trupuleikar hanga saman? 20 ár og einki er komi burturúr. Kanska teir als ikki hava arbeitt við málinum, kanska fótbólturin enn ferð við 99,9% av orkuni hjá ÍSF. Eg ani tað ikki, men er tað ikki ótolandi at einasta ítróttarbreytin sum koyrir á einum royndarstøði beint nú, er fyri tey sum ikki tíma at venja meira enn 3-4 ferðir um vikuna ? Og at ÍSF koyrir hana saman við FSF. Eg veit at mín meining um føroyskan fótbólt avspeglast í tí eg sigi um ÍSF og harra Mortensen, men eg veit eisini at eg sigi tað sum so nógv onnur hugsa, men mest sum halda fyri seg sjálvan. Hví er tað ikki ÍSF sum koyrir ítróttarbreytina, saman við teimun sersambondum sum meina at tørvur er á henni hjá netup teimun ? Suðuroyggin hevur tørv á einari ítróttarbreyt á miðnámsútbúgvingini nú komandi summar. Svimjingin her er nakað fyri seg beint nú, og tað gongur bara frammá. Men studentarskúlin leggur ein alt ov stóran dempara á útviklingin hjá einum svimjara sum hevur teir mentalu og fysiologisku eginleikar sum skulu til fyri at náa toppin. Og hvat er eitt brúkbart alternativ ? Danmark! Og einki tjóðveldi hjálpur uppá tað her og nú Svein 🙂 Til tað skal ein seriøs hugbroyting til í ÍSF!

    Hvussu nógv avboð koma til føroyska svimjilandsliðið í hesum kappingarári ?

    Hevur ÍSF/SSF nakað at siga til tað,  og verður nakað gjørt fyri at stoppa hesari negativu útvikling ?

  2. Ja Jón, havi fullstendiga somu meining sum tú, viðvíkjandi ítróttarbreyt á miðnámsútbúgvingini.
    Tað er stórur tørvur á eini sovornari breyt í Føroyum, og ikki minst her suðuri. Men sum ikki einaferð velur landið fótbólt framum allan annan ítrótt. Hendir nakað ? Ella verður tað bara til tos ?
    Tað er nógv fyri, at menningin innanfyri svimjing/venjing skal steðga eitt sindur upp, orsakað av, at man vil røkka eitt mál innanyri útbúgving. Hetta er keðiligt, tá man hevur síni mál og dreymar, bæði innanfyri svimjing og útbúgving, men ikki kann klára bæði á nóg høgum støði.

  3. Dugi væl at síggja at ein er irriteraður inná, at ítróttarbreytin bert hevur fótbólt. Men onkustaðni má man vælsaktans byrja ??

     

    Men eg havi annars hoyrt at teir byrja uppá svimjing komandi skúlaár ? Men eg veit ik um hetta er tvætl ella verðuleiki ?

    1. Tað er akkurát trupuleikin her. Hvat er tað sum ger at eingin annar enn fótbólturin kemur upp í part. ÍSF kann ikki bara fara útí eitt sovori projekt einans við fótbólti, akkurát tann ítrótturin sum als ikki hevur brúk fyri tí. Hvør 16-19 áringur hevur ikki stundir til at venja 4 ferðir um vikuna, um tað nú er nakað ein er bitin av ??

      Tað er alstórur vandi fyri at eitt projekt við føroyskum fótbóltspælarum, sum als ikki vita hvat tað vil siga at venja á einum støði har okur longu eru, vil sláa feil. Ein tørvur uppá 12 venjingar um vikuna er jú ikki bara fantasi hjá einum fótbóltspælara, tað er Horror Story Nr.1. Men okur, súklarar, rennarar & triatletar v.fl. hava veruliga brúk fyri sovornum um okur skulu náa tað støði sum umverðin longu arbeiðir á, og hevur gjørt nú í langa tíð.

      Skal ítróttarbreytin so tillegast fótbóltinum? Skal tað nøkta tín tørv Kári ? Tí okur tosa um heilt ótrúliga stóran mun her. Okur tosa nógvar tímar.

  4. Eg skilji væl hvat tú meinar Jón. Men tað sum eg vil við hesum er, at onkustaðni má man byrja ! Fótbólturin er eisini áveg upp viðv. talentum ! Vit hava eini 5-6 dreingja/unglinga spælarar, sum eru kontrakt bundnir í Dk ! Men sjálvandi burdi svimjing eisini verið við ! Vit brúka áleið 25 tímar meir enn fótbóltspælarar uppá venjing um vikuna !

     

    Og teir svimjarar sum ganga á miðnámsskúla kunnu teljast við einari hond !

     

    Sjálvandi vil eg eisini hava eina (svimji) Ítróttarbreyt í Fo ! Men so sum eg skilji tað, kemur hon næsta ár ! ?

  5. Ja, man skal byrja onkustaðni. Tað veit je gott.
    Men tað er ótrúligt at tað ger ikki mun, hvat tað handlar um, so endar valið altíð uppá fótbólt. Og tað kunnu altso virkuliga ikki verða serliga nógvir fótbóltspælarir í hesum landinum, ið eru í ferð við miðnámsútbúgving, ið hava SO stóran tørv á ítróttarbreyt. Her suðuri veit je bara, at um man venur meira enn 4 ferðir um vikuna, so er man psykopat. So, har haldi je at tørvurin hjá okon svimjarum etc. er størri, nógv størri.

  6. Ja, allarhelst kunnu svimjarir, ið ganga í miðnámskúla, teljast á einari hond. Men hví man tað verða ?!

    Je eri sjálv í gongd við at royna at fáa alt til at hanga saman viðvíkjandi venjing & skúla, og tað er alt annað enn lætt. So um viljin ikki er nóg sterkur, skilji je gott, at fólk geva upp.

    At hon kemur í næsta ár, hevði verið ótrúliga deiligt, men je yvist stórliga!

  7. Nú kenni eg ik til forholdini í suðri ?

     

    Men her í Eysturoynni er tað bara eg, um eg ik farið heilt skeivur, sum gangi á miðnámsskúla !

     

    Og tað hevði nokk heldur ik verið øðrvísi um breytin hevði verið har !

    1. Um tú bert fer til Havnar, so sær tú beinan vegin hvussu nógv er brúk fyri einari Ítróttarbreyt fyri svimjarar. Eitt tekniskt begávilsi sum Janus T. Olsen í firvald skal ein leita leingi eftir, og um eg ikki fari heilt skeivur, so var tað studentarskúlin sum “drap” hansara svimjing. Spyr bara Heida A. hvussu hon hevur knokla fyri at fáa alt at hanga saman. Har var ikki nógv forstaðilsi hjá rektor fyri hennara HM, EM og OL lutøku, og alt tað arbeiði í lá aftanfyri.

      Hugsa so um allar aðrar við somu trupuleikum. Tey sum so royna at fáa alt at hanga saman stressa seg so nógv, at ikki skal nógv til fyri at fáa ein skaða. Og nettupp tað er hent hjá so ótrúliga nógvum. Tíverri! Og so gongur bert ein veg.

      Ein nýggj generation av svimjarum er á veg, og tað sær tíverri út til at tey fara sama veg. Men gott er at okur hava Danmark at bjarga okkum, spurningurin er so bara, hvat geva okur Danmark aftur fyri ? Spyr Svein 🙂

      Eitt er sikkurt, danir vænta sær nógv av okra bestu, og ikki eru teir bangnir fyri at siga tað beint út! Um okur so royna at halda uppá tey, og bjóða teimun somu kor sum í DK, ja tað er upp til fótbóltsidiotar í ÍSF, tíverri!

  8. Eg veit ikki hvussu nógvir svimjarar taka miðnámsútbúgving beint nú, men teir hava verið nógvir tilsamans gjøgnum ár og dag. Og ofta hevur skiftið til miðnámsskúla merkt at viðkomandi samstundis (ella stutt eftir) droslaði niður upp á svimjivenjingina – ella skúlan – av tí at har ikki var tíð til bæði.

    Ein ítróttarbreyt til svimjarar vildi verið frálík, um enn hon eftir mínum tykki skuldi verið eitt sindur ørvísi skipað enn handan har fótbóltsbreytin á Kambsdali. Eg veit ikki um eg havi misskilt tað, men fyri mær virkar tað sum um fótbóltsbreytin kappast við fótbóltsfeløgini, við tað at tey bjóða teknikkvenjing og líknandi fótbóltsvenjing á skúlanum, heldur enn at halda seg til at ‘skapa luft’ og styðja uppundir fótbóltsvenjing í fótbóltsfeløgunum.

    Veit ikki um tit skilja meg, men eg haldi at neyðuga serfrøðin til fótbólt longu finst í fótbóltsfeløgunum, og at tey á skúlanum tí skuldu hildið seg til tað sum feløgini hava verri yvirskot til. Sovorðið sum almenna kroppslæru, skaðafyribyrging, grundvenjing og líknandi. Og annars lagt tímatalvuna so at tað lá bera fyri hjá næmingunum at venja í feløgunum.

    Um tey gjørdu tað, so var jú lítil orsøk til at avmarka luttøkuna til fótbóltsspælarar, við tað at hitt jú er meira ella minni felags fyri allar ítróttir. Hetta var skipanin á trenaraskúlanum – at vit svimjivenjarar høvdu svimjing í einrúmi saman við Dag (her at samanbera við svimjivenjing í feløgunum), og at alt hitt generella fyrigekk í klassa saman við øðrum ítróttargreinum. Eg skal ikki siga at tað altíð var perfekt at umrøða mentalvenjing saman við aerobic-gentum (og -dreingjum, brrr), men tað gav so pláss fyri at meira enn éin ítróttargrein gekk í sama klassa í senn.

  9. Vit hoyrdu Katrin í sjónvarpinum herfyri, og nú liggur frágreiðingin so her á isf.fo. Heilt stutt sagt, so sær tað út til at tey prioritera førleikamenning, betri karmar, betri fígging og trivnað hægst. Tey hugsa sær at ítróttardeplar skulu gerast kring landið, at ein grundleggjandi leiðara- og venjaraútbúgving skal fáast til vega, at kommunurnar skulu seta í starv ítróttarráðgevar, og at ítrótturin skal orða etiskar leiðireglur.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.