Pál á ranglistunum hjá FINA

Vit hava júka um tað í fleiri dagar nú, men tað er nú allíkavæl ótrúligt at síggja ein føroying so ovarliga á ranglistanum hjá FINA, sum Pál Joensen er í løtuni. Viðfestu skermmyndir eru higani av heimasíðuni hjá FINA, har Pál er seedaður sum nr 15 í 1500 frí og 20 í 800 frí, av øllum svimjarum í heiminum yvirhøvur. Legg forrestin til merkis at danin sum var betri enn Pál í Greve – Mads Glæsner – liggur heilt uppi sum nr 2, bara yvirgingin av sjálvum mr. Grant Hackett.

(Frásøgn inspirerað av hesum tíðindum á sport.fo)

2 thoughts on “Pál á ranglistunum hjá FINA”

    1. Ja hasin trupuleikin spøkir á nærum hvørjum lista. Eg havi skriva til FINA og Swimrankings um at broyta tað. Einans Swimrankings svarar aftur, og rættar feilin beinan vegin. FINA fólkini (kontóri) eru í Italia, eg veit ikki um tað er orsøkin til at tað tekur so langa tíð 😉

Ger viðmerking