Heilsan frá Brian Marshall

Landsliðsvenjarin Brian Marshall hevur beint nú sent ein rættiliga áhugaverdan teldupost til okkum fyrstaliðsvenjarar, um úttøku til NJM og evropeisku meistarakappingina í desember. Tað vísir seg at hørðu kravtíðirnar til NJM og EM ikki útiloka at onnur verða tikin út, men heldur lýsa hvørji sum eru vís í at sleppa við.

Til NJM ætlar Marshall at føroyska liðið skal vera millum 8 og 10 svimjarar. Tey sum hava klárað kravtíðina eru automatiskt úttikin, meðan restin so verður vald út alt eftir hvussu væl tey hava svomið í ár. Seinasta freist at prógva seg, er á svimjistevnuni í Vági, 17.-18. november.

Til EM ætla tey at taka út 2 dreingir og 2 gentur, við støði í FINA stigum, og aftur er svimjistevnan í Vági seinasta freist.

Eini onnur áhugaverd tíðindi í teldupostinum eru, at tey frá januar av ætla at hava ein dátugrunn og ‘rang-lista’ á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at kunna fylgja við í hvussu svimjararnir klára seg í mun til hvønn annan, og sum motivatión.

2 thoughts on “Heilsan frá Brian Marshall”

  1. Frálíkt at fáa so greiða lýsing av hvussu úttikið verður, og mær dámar eisini mátan sum tit hava valt at taka út eftir: Harðar kravtíðir sum garantera úttøku, men hartil ‘ífylla’ til at fáa liðini so stór sum tit nú einaferð meta tey eiga at vera.

    (Folkens – Marshall sigur forrestin eisini at hann skilur danskt og íslendskt, so ansa eftir áðrenn tit høgga hann niður á føroyskum 😉

  2. Ja nú verður spennandi at vita hvør kemur við til NJM og EM (25m)

    Sjálvur haldi eg at tað sera áhugavert og spennandi nú bert 2 kappingar eru til at klára tað í. Og kappingarnar liggja sera tætt, NS-UM nú í Klaksvík, og so Suðuroyar Sparikassa Cup í Vági vikuna eftir. Onkur kanska klárar tað í Klaksvík, til bara at vera vippaður av aftur pinninum í Vági. Av tíð at FINA talvan verður brúkt til EM(25m) so er líka mikið um tú er langteinari ella sprintari, tað er líka fyri øll. Tað er bara at svimja sum tú hevur lært, og so eitt sindur skjótari 😉

    Hava fólk nakran varhuga av hvussu sær út við FINA talvuni til nú, hvør liggur nr.2 & 3 hjá dreingum og gentum. Eg veit at tað er sera sera tætt 😉

    Koyri á øll somul, píska ein stemning upp, og einki trash talk!!! Swim FAST!!!

    Góða eydnu øll somul.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.