Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Sosialurin skrivaði í gjár í grein um Pál Joensen, at “Fjølmiðlar í Svøríki hava skrivað nógv um donsku meistaraheits kappingina, og millum annað skriva teir um ymsu góðu úrslitini hjá donskum seriorum, og so um hesu fantastisku føroyingarnar í unglingakappingunum”. Nakar sum veit akkurát hvar hetta stendur?

Eg havi roynt at leita eitt sindur sjálvur, og síggi til dømis nakrar uppsummeringar av metum á simma.nu, men eg dugi ikki at síggja beinleiðis tíðindaskriv um Pál (ella Elspu).

Hin vegin er tað hugaligt at lesa heimasíðuna hjá WestSwim í hesum døgum. Takið til dømis hesi tíðindi: “West Swim Esbjerg med Elspa Mørkøre i spidsen er kommet godt fra start med 4 medaljer.” Ella her: “Elspa Mørkøre den store vinder og generelt massive forbedringer af West Swim Esbjergs lovende svømmere.” Tað er Bo Jacobsen sum skrivar, beiggi Mette Jacobsen, høvuðsvenjari í einum av teimum allar allarbestu svimjifeløgunum í Danmark, og fleirfaldur ársins venjari í Danmark.

JyskeVestKysten endurgevur tíðindi av heimasíðuni hjá WestSwim her: “West Swim Esbjerg med Elspa Mørkøre i spidsen er kommet godt fra start med fire medaljer ved de danske mesterskaber for juniorer på kortbane i Greve. Elspa Mørkøre svømmede nye personlige rekorder i alle fire løb og har allerede to guldmedaljer og to sølv.”

Har er óivað meira á netinum, so eg fari at leita seinni, og so leggja afturat her í viðmerkingunum. Tit eru eisini vælkomin at leggja afturat, um tit finna okkurt 🙂

One thought on “Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu”

  1. Okkurt print hekk uppi í høllini í Greve. Skriva var um Mads og Lottu sum vóru øgilig á longru teinunum, og so um unglingarnar, framtíðin hjá dønum í svimjing. Pernille sum var donsk, men so um 2 føroyingar (okur vita hvønn) okkurt al-a skot til DK um at stóru talentini vóru ikki øll donsk 🙂 Vinnarin í 50m bringu hjá monnum er svenskari, og 100m bringa hjá kvinnum fór til Íslands, bara fyri at strika undir 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.