UM í klaksvík 10-11 nov

 

Innbjóðing UM 2007, NS-Stevnu.

 

Við hesum ein innbjóðing til UM 10-11 nov. 2007.

Kappingin er fyri bólkarnar 3,og eldri,  UM vinnararnir verða sjálvandi funnir millum svimjarar í bólki 3- 4&5.

 

Tilmeldingarfreistin er sett til Mikuhvøldi kl 18.00

Frámeldingarfreistin er sett til hóskvøldið kl 18.00.

 Tað verður ongin venjara fundur. til-frámeldingar skullu

verða árðin,omanfyri nevnt.

Hvørt felag møtir við 3 hjálparfólkum

 

Hjálparfólkafundur og upphiting verður leygarmorgunin kl 8.00 í Ægirhølinum . Kappingin byrjar kl 9.00.

Leygardagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 15.00. Kappingin byrjar kl 16.00.

Sunnudagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 13.00. Kappingin byrjar kl 14.00

 

Tilmeldigarnar skulu sendast til [email protected]

 

Vinarlig

v Ægir

Evald & Reidar


PS. Gev gætur at svimjarar eldri enn bólkur 5 eisini hava loyvi at luttaka, sjálvsagt ikki um unglingameistaraheitini, men ífall tey ætla sær at klára tíðir til landslið og líknandi.

 

 

 

17 thoughts on “UM í klaksvík 10-11 nov”

  1. Dan heilsar at stevnan er fyri bólkar 3, 4, 5 og eldri. Tað vil siga at bólkar 3, 4 og 5 svimja um unglingameistaraheitini, men at teir eldru svimjararnir eisini hava loyvi at luttaka, til dømis um tey vilja royna at klára kravtíðina til landslið og líknandi.

  2. Las fyri løtu síðani eina grein, á heimasíðuni hjá SuSvim, har Reidar spyr um vit hava sovið í tímanum. Hann skrivar at tað er skeift at svimjarnir skulu hava bronsunálina, fyri at luttaka í UM, at vit við hesum sleppa fjøldina upp á fjall. 

    Eg eri samdur við honum. Við at útiloka svimjarar longu í bólki 3, (tey ið ikki hava fingið bronsunáluna, og tað eru fleiri) til kappingarnar, ger at vit missa teir tíðliga. Hvør timur at venja, og ikki sleppa til UM, tí tað eru ikki nógvar kappingar til B3. tíðligani í kappingarárinum, og hvussu kan ein náa at fáa nálina áðrenn ein kemur í venjing??

    Dyrka vit elituna so tíðliga, missa vit breiddina. Missa vit breiddina, ríkur elitan eisini 

    1. Ógvuliga áhugavert, hatta sum Reidar skrivar. Men gerst nakað nú? Tað var nóg ringt at innbjóðingin kom út týsdag sum tilmeldingin skuldi vera inni hósdag. Nú er fríggjadagur og kappingin byrjar í morgin tíðliga, og vit skulu hava tilmeldingar inn og boða foreldrum frá og skipa fyri mati og innivisti og …

      Eg veit væl at hetta er eitt betendt evni at taka upp aftur um aftur, men tað hevði verið nógv lættari um vit sum útgangspunkt hildu okkum til tíðarfreistirnar fyri nær tilmeldingar skulu sendast út. So vóru jú tríggjar vikur til at greiða út feilir og misskiljingar og annað.

      Fyri at leggja eftir onkrum øðrum ítrótti, so kvalist eg av tá ið fótbóltsvenjarin ringir fríggjakvøld og sigur at dótturin skal vera í Vágum ella where ever í morgin árini, til onkra knappliga uppfunna kapping.. og um vit kunnu koyra.

      1. Um føroysk svimjing skal hava lív laga í framtíðini. So skal okkurt gerast, og tað skal gerast nú. Um SSF heldur hetta vera gott nok, so mugu tey um tað. Fakta er bara at *um ikki so leingi so svimja kanska fleiri av okkara bestu svimjarum fyri Danmark, á danska landsliðnum. Og tað er millum annað SSF og ÍSF at takka fyri.

        * Tykur gerast øll klókari um heilt stutta tíð.

        1. Oh my GOD Treshold, tú kanst ikki lata okkum hanga her !!

          – men OK, eg skilji væl um onkur letur seg freista. Betri økonomi, betri venjingarumstøður, og møguleika at luttaka á Olympisku leikum.

  3. Halda at hetta er farið av sporinum. Kanska skuldu vit øll anda inn og hugsað um føroyska svimjing.

    Til olympiskar leikir í Beijing verður eingin føroyskur svimjari. Sí:

    http://fina.org/rules/english/general_rules.php

    Gr. 2.6 tilskilar at ein svimjari, ið hevur dupultan statsborgararætt og hevur svomið fyrr eitt land men ynskir at svimja fyri eitt annað ikki kann luttaka fyrrenn 12 mánaðir eftir at Fina hevur góðkent tjóðarskifti.

    Tá tað er sagt, haldi eg at ketan fyri longst er lopin av, í hesum kjakinum.

     

    Jon

    1. OL ? Har eru A krøv sum eingin føroyskur svimjari klárar enn. Men so kemur útbúgving oa. sum ikki kann síggjast burtur frá, og teir 12 mánaðirnar byrjaðu longu frá OYL.

      Men kjaki er UM og bronsunál, og har verður einki gjørt sum eg skilji frá Svimjinevndini.

      1. GR 2.6 er klokkuklár, hevur tú luttikið fyri eina aðra tjóð, skal tú hava verið “under jurisdisction of the latter for at least twelwe monts prior to his first representation”.

        GR 2.7 slær fast at FINA skal góðkenna allar broytingar av tjóðskapi, ergo flytir jurisdiction ikki fyrren FINA hevur góðkent. Sostatt er tað ikki seinasta umboðanin, men FINA góðkenningin, ið er skeringdagur.

        1. Ja tað skuldi kanska staði potentielt. Men líka mikið. Ein broyting er á veg sum eg skilji tað. Og hon er so ikki til gagn fyri føroyska svimjing. Tíverri.

          Og OL var so ongantíð uppá tal, har eru donsku A-kravtíðirnar enn alt ov strangar fyri ein føroying. Men 2012 er nú ikki so langt vekk tá ið man er ungur.

          1. Eg sat bara og hugsaði um hvørjir fyrimunur sum vóru við at flyta til danska landsliðið. Og kundi umleið kóka tað saman til pengar (Team Danmark) og venjingarumstøður (Elitecentret, fleiri uttanlanda venjingarlegur, og betri traditión fyri uppihald í útlendskum felag), umframt teir Olympisku leikir, sum Føroyar jú sum er slettis ikki sleppur at luttaka á. Um ikki tú hevur brek.

            Eg skal ikki døma um nakar føroyingar kann ella ikki kann klára donsku kravtíðirnar til OL. Men eg eri tó rættiliga vísur í at møguleikin er størri við danska landsliðnum enn tí føroyska, so leingi sum Føroyar ikki eru góðkendar sum olympisk tjóð.

          2. Tað er serliga Team Danmark sum er lokkandi um tú er ein serliga evnaríkur svimjari. Og Føroyar hevur nú fleiri, ja enntá betur enn danir í sínum respektiva aldri og svimjigrein. Team Danmark hjálpir tær við einari útbúgving, og uttan hana í dag, ja so er ikki so nógv at velja í seinni í lívinum. Ein ítróttarlinja í Føroyum er sera kærkomin, og her hugsi eg als ikki um fótbóltspælarar sum venja 3-4 ferðir um vikuna. Einstaklingítrótturin í Føroyum eigur at taka seg saman innan ÍSF, og leggja saman rá um hvussu okur skjótast gjørligt fáa hettar inn á miðnámsútbúgvingarnar so at evt. landsliðsleikarar í teimun ymisku sersambondunum kunnu fáa eina góða útbúgving eins og tey fáa eina hjálpandi hond til at liva sín dreym fult út í teirra ítrótti.

            Rókur, hvat sigur tú til at royna teg sum polittikkara ?  😉

  4. Tað sær ikki út til at Smyril kann nýtast aftanná umvælingarnar ??

    So UM verður vónandi útsett, og bronsunálin sparka eitt vist stað henn 😉

    SSL kunnar okkum aftur kl.16:00 men sum nú er, verður arbeitt uppá at fáa eitt annað skip fyri Smyril, og tað merkir onkur lítil jolla sum okur ikki dáma 🙁

  5. Jú nú bar til. Er trísti hart nokk, ja so kann mann broyta eitt hvørt. Tað er gleðiligt at bronsunálakravið er falli burtur. Vildi bara ynskt at hettar kjaki kon nakað fyrr, so broytingarnar ikki ávirkaði svimjikalendarin.

    Men man kann ikki fáa alt.

    1. Svimjikalendarin hevur veruliga brúk fyri einari ordiligari yvirháling, men tað má liggja. UM og bronsunálin var bjarga av einum tekniskum breki umborð á Smyrli. So einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt…

      Nú er at vóna at øll uppsetanin av UM verður broytt.

Ger viðmerking