SSF ivast enn í Oyggjaleikaluttøkuni

Hetta er nokk tað mest áhugaverda í formansfrágreiðingini frá aðalfundinum hjá Svimjisambandi Føroya, farna leygardag; sum annars man hava verið ein løtt uppgáva at skriva, so væl sum føroyskir svimjarar hava klárað seg seinasta árið.

8 thoughts on “SSF ivast enn í Oyggjaleikaluttøkuni”

  1. Tað er nemmari at siga: “Okur hava ikki pening til tað” Heldur enn at siga, hvussu nógv skal til fyri at fáa alt at hanga saman. Og so fara til verka og fáa fatur á pengunum.

    DKM er akkurát liðugt. SSF kundi promovera svimjingina í Føroyum nok so nógv við at brúkt úrslitini hjá Pál og Elspu til nakað fornuftigt. Men har er einki at frætta. Teir skriva um Thisted Cup, ok fínt, men DKM er nakað størri, og tað sum Pál & Elspa gjørdu til DKM er out of this world ótrúligt og flott. Er eingin sum fatar tað ? Pál fær ikki ein gang viðurkent sín 800m hóast FINA hevur havt kappingina á skránni í laaanga tíð. Í Svøríki eru fólk ovfarin yvir hvussu nógv DK svimjing verður dominera av FØ tá ið hugsa verður unglingar. “Plagar” livir enn alt ov gott í føroyskari svimjing.. 🙁

    1. Tað er púra vist at Pál og Elspa hava verið regulert forsømd teir seinastu dagarnar, í mun til hvat tey hava klárað. OK, har var okkurt í útvarpinum, og 3-2 vísti eitt glimt av Pál í hasum MTV-líknandi mikrotíðindunum tey bjóða okkum (“hygg hygg, vit fortelja frá svimjing… og so aftur til fótbóltin”). Men hvussu við Portalinum og uf.fo?

      3-2 var éin stór forteljing um eina lokala fótbóltskapping sum longu varð avgjørd. Einki um at Elspa varð danskur meistari, og lítið um at Pál er ovast í Evropa. Einir 80 svimjarar høvdu sum heild stóra succés í Danmark, og danir rysta í brókunum. Men tó so vistu bløðini einki annað at skriva um, enn at (fótbólts)landsliðsvenjarin er býttur, og at vit í 3 ár einki stig hava fingið í altjóða fótbólti. Umframt at tað enntá er langt millum heiðurligu tapini.

      Er tað tí at teir ikki duga nakað annað, journalistarnir? Og hvussu við føroyingum sum heild? Ikki at briksla tykkum sum longu lesa hesar síður, men tað er merkisvert at vitjanirnar allíkavæl eru so fáar, tá ið vit nú eru nøkur av teimum fáu sum fortelja frá hesum stórhendingum.

      Tað er sum um at føroyingar velja heilt at ignorera ítrótt, um ikki vit klára okkum í fótbólti.

      1. Eg var yvirhøvur eitt sindur ov skjótur at skriva hatta har omanfyri, tí fyri tað fyrsta hevði Sjónvarp Føroya eitt eyka innslag í Degi og Viku týskvøldið, og fyri tað næsta hevði Norðlýsið at kalla ein útsendan korrespondent við í Køge. Gott nokk ein pápi at einum svimjara, men tað ger tað ikki verri 🙂

        http://www.nordlysid.fo/main.cfm?article=9029
        http://www.nordlysid.fo/main.cfm?article=9030
        http://www.nordlysid.fo/main.cfm?article=9031
        http://www.nordlysid.fo/main.cfm?article=9033

  2. “Er tað tí at teir ikki duga nakað annað, journalistarnir?”

    Ja eg veit næstan ikki hvussu eg skal svara tær uttan at endurtaka meg sjálvan og kanska skriva okkurt av tí sum Niels-Christian Holmstrøm hevði at siga um journalistar og fótbólt.

    Eg havi fyrr tosa við føroyskar journalistar um teir og teirra vitan um ítrótt, ella sum alt ov nógv av okkum eru 100% vís í, teirra mangul uppá vitan um ítrótt.

    Eg haldi at Niels-Christian Holmstrøm segði tað so gott sum tað nú einaferð kann sigast. “Fodbold er noget af det mest simple og banale som du kan gå i krig med, alle kan have en mening, det er så nemt. Derfor er det så nemt for den dårlige journalist at dække fodbold, der skal ikke noget arbejde til, bare se en kamp og beskriv hvad du så. I næsten al anden idræt skal der bagrundsarbejde, talent og viden til, og så har vi ikke mange journalister der kan være med.

    Okur hava so nógv dømir frá OYL, um hvussu burtur úr vánaligir nógvir av okkara journalistum eru. Eitt er at teir einki vita um svimjing, men tíma teir at seta seg inn í hvat í fer fram? NEI! Tak SVF og teirra parodi sendingum frá OYL tá ið tað kom til vitan um nakað av týdningi fyri at gera eina góða sending. Tórur Mikkelsen torir ikki nær einum svimjihyli tí hann veit ikki meira enn at vatn er vátt. Hann torir/tímir ikki at spyrja um nakað og lata nakran vita hvussu vánaligur/óvitandi ein ítróttarjournalistur hann einaferð er. So har er eingin vón fyri eitt nú 3-2 og nøkrum øðrum ítrótti enn tað banala og nemma sirkusi á tí grøna og syntetiska spæliplássinum. ÚF við Suna M. á odda var nakað heilt annað, hann kom í hylin, gjørdi eina rúgvu av fyrireikingararbeiði, spurdi um næstan alt og øll. Tað kann man hava respekt fyri.

    Nú stendur so nógv her sum Rókur sikkurt má sesurera, men fyrr ella seinni má tað út. Okur verða øll noydd til at gjalda sjónvarpsgjald, og ein penur partur av okra skattakrónum fara til SVF og teirr øhh “arbeiði” Eg havi einki ímóti einum góðum fótbóltskampi, men halló! Um okur tosa um góðsku, so er ikki nógv at koma eftir í Føroyum annað enn “heiðurlig tap” Ohh my god!

    Meira svimjing takk! Okur vita hvat tað vil siga at vilja meira!

    1. Eg var faktiskt á veg inn at sensurera meg sjálvan, tí at eg nú uppdagaði at har faktiskt var nakað afturat um Pál í SVF, í Degi og Viku í gjár. Eitt longri innslag úr Vági, sum bestemt er eitt stev rætta vegin.

      Orsaka SVF !

      Spurningurin er kanska um vit eru nóg tolnir, tí SVF roynir í øllum førum. Tey hava haft fleiri av hasum slideshow-innsløgunum, sum vist nokk eru betri enn einki.

      Verri er við hinum partinum av Kringvarpinum, og við teimum ‘seriøsu’ tíðindabløðunum. Svimjingin verður nevnd onkuntíð, men tað minnir meira um ‘politisk korrektheit’, enn um veruligan áhuga. Og tað er jú synd, tá ið tað er her at føroyingar veruliga nytta nakað, í løtuni.

      Og ja, eg fari kanska at sensurera. Men tú kanst jú eisini broyta tínar viðmerkingar sjálvur, Jón 😉

      Og annars haldi eg ikki at Tórur er so galin. Kann vera at hann ikki er so kønur í svimjing, men hann hevur verið í hylinum meira enn teir flestu føroysku journalistarnir í dag, eisini uttanfyri avtalaðu senditíð.

      1. Eg veit ikki um talentleysur er órsøkin, ella at tað bara er reinur dovinskapur og simpul óprofessionalisma. Men Tórur dummar seg oftari í 3-2 tá ið tað er um svimjing, enn hann hevði um tað var 100m renning fyri fólk uttan rætningssans.

        Eg orki bara ikki at hoyra uppá hann meira. Um hann segði at Real Madrid vann við 173 innings ímóti 44 settum ímóti E.T. (The Alien) í Dímunarmeistaraskapinum í haruskjóting, ja so var tað ikki verri enn alt tað hann sigur um svimjing.

        Far eftir bóltinum og ikki manninum. Í hesum føri er bóltur og maður eitt!  SUK!

        Og eg veit at Rókur sigur at teir royna, men trupuleikin er bara, at hattar er hansara arbeiði. Eingin av okkum fær loyvi til at gera so nógvar feilir, tað má ein bara ikki.

        1. Nú sá eg einki sjónvarp í gjár, men vit vóru kanska í so tíðliga úti við rívuni eftir DKM og Køge. Tí hóast har manglaði hasin totali pressudekningurin við forsíðumynd og móttøku á flogvøllinum og so framvegis, so fingu vit hinvegin nokk so nógv smábrot í fjølmiðlunum alla vikuna eftir. SVF gjørdi eitt langt innslag við Kára og Palla í Klaksvík, har var videobrot frá móttøku í Vági, útvarpið hevði okkurt sum eg ikki hoyrdi, og har vóru rósandi greinar í bløðunum.

          Eg eri eisini ótolin eftir at svimjingin skal fáa tann pressudekning sum vit/tit hava fortjent, men eg haaldi at rákið er rætta vegin. Tær nýtist til dømis ikki at siga annað enn “Pál” ella “Elspa”, til at journalistarnir (og flestu aðrir føroyingar) vita hvønn tú tosar um 🙂

  3. Ja flott SVF. Um Pál var kropin niður á tað støði sum Køge Open liggur á, so var eingin nevnisverd tíð komin burturúr svimjingini. Havi ikki nakað gott at siga um føroyskan journalistik. Har broytist einki, eingin fyrireiking, eingin vitan um nakað sum helst. SVF hevur brúk fyri einum stjóra sum sigur, taki tykkum saman ella skrubba av. Hevði Kringavarpið brúkt ein heila viku uppá NSÍ um teir vunnu 5. deild ? Ímynda tær tað gølu av rang um journalisturin hjá SVF var farin skeivur og brúkt alla sína tíð uppá vinnarin av 5. deild í fótbólti. Suk!

    Skal kanska líka viðmerkja at eg als ikki haldi Køge Open vera spill av tíð fyri øll. Men um ein vil meira enn tað okur gjørdu til OYL, so heldur man seg frá Køge, og tekur okkurt størri í staðin. Kanska ein so ikki tímir við til nakað so líti sum OYL næstu ferð, og sparir SSF fyri nakrar $, den tid den sorg.

Ger viðmerking