Kári suverænur

Kári stóð fyri ta heilt stóru makt-demonstratiónina á Køge Open, tá ið hann í 50 metrar ‘útskiljings-finaluni’ hølvaði hinar av, 5 ferðir á rað. ‘Útskiljing’ er at teir byrja við 6 finalistum, og so svimja um aftur og um aftur og pilka spakuligasta svimjara burtur úr, inntil bara tveir eru eftir. Ein rættiliga strævin kapping, við tað at stutt er millum hvørt umfar.

Well, Kári spældi við hinar. Hann var altíð minst eina kroppslongd frammanfyri hinar eftir undirvatnssvimjingini, og sá so út til bara at hygga sær framman fyri hinar. Fimtu ferð spennti hann so í og setti stevnumet, sum tó ikki var nóg skjótt til at betra um hansara egna føroyska met. Hetta var kappingin har man hoyrdu suð gjøgnum høllina, hvørja ferð Kári kom upp 2-3 metrar framman fyri hinar 🙂

Ger viðmerking