Dopingslatur í Avstralia

Svimjitíðindasíðurnar eru á gosi um at avstralska Elka Graham herfyri fortaldi, at hon upp undir OL í 2004 fekk boðið doping frá einum elitusvimjara á liðinum ‘Dophins’ sum hon svam á. Trupulleikin er nevniliga at fleiri av størstu avstralsku og útlendsku svimjinøvnum hava svomið á liðinum, og at Graham ikki vil siga hvør tað var sum bjóðaði henni doping.

Eg orki ikki at kóka saman alt tað sum sagt verður, men tit kunnu lesa meira her og her og her og her og her. M.a. pressar Ian Thorpe á at hon skal siga hvør pusharin var, meðan ein annar Dolphin liðfelagi kallaður Julie McDonald eisini sigur seg hava fingið bjóðað doping, uttan heldur at vilja siga hvør tað var sum seldi. Hetta hjá McDonald var tó heilt afturi í 80-unum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.