Infofundur

Køge, 25. oktober 2007 kl 23.45:

Felags infofundur var í kvøld, har Petur Heðin & co skitsaðu upp spælireglurnar fyri komandi dagar. Sovorðið sum nær vit skuldu avstað í morgin, hvat vit skuldu eta, hvør sum skuldi svimja stafett, og annað. Vit trenaðu eisini róp og klapp til at brúka á stevnuni.

Aftaná hevði Johan Martin eitt heldur skemtiligt innslag við undarligum spølum, sum eg tíverri ikki fái víst tykkum beint nú, av tí at eg onga mynd tók við fartelefonini. Men eg tók hinvegin tað mesta upp á video, sum eg skal royna at fáa á heimasíðuna seinni.

umvegis flot.info

Ger viðmerking