Eitt stopp-ur at seta á veggin

Svømmespecialisten hevur eitt stopp-ur til sølu her fyri DKK 448 uttan MVG, sum tú setur á veggin og so bara setur hondina á sum á eini el-tíðtakingarplátu, hvørja ferð tú vilt hava eina tíð. “Hele uret fungerer som én knap, der berøres i vendingen uden at du behøver at stoppe op”. Urið er sjálvsagt vatntætt, og kann súgva seg til veggin bæði yvir, í og undir vatnskorpuna.

4 thoughts on “Eitt stopp-ur at seta á veggin”

  1. Høgni Miné-Rasmussen

     

    Eg legði merki til hatta urið á heimasíðuni fyri 1-2 vikum síðani !

    Virkar spennandi, kundi hugsað mær at prøva tað..

    Kanska svimjifeløgini burdu byrja at brúkt tað, um tað altso nyttar nakað (sum eg ikki havi ánilsi fyri um tað ger). Kanska onkur er her, sum hevur eina forkláring um hetta er gott ella ikki ???  😉

     

  2. Men um tað bara riggar so nøkulunda, so fær tað um ikki annað svimjararnar at svimja heilt inn til veggin 🙂

  3. Høgni Miné-Rasmussen

     

    Ja tú, eg royni í øllum førum at svimja heilt inn til kantin :p Men eg síggji altso eisini nøkur sum ikki gera tað 😉

    hehe, ja Jón ! Tað kund veri eitt hugskot.. 😉

    Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at hatta er eittsindur ó-praktist, ella hvat man skal kallað tað ? Man skal jú mest sum sikta eftir urinum meðan man vendur (um man kann/skal fáa split-tíðir), tí tað sær mær nakað lítið út. Og so rýkur koncentratiónin (ikki tað at eg havi verðins bestu vendingar). 😛

    Og tá ið man so einaferð hevur trýst á tað ! Skal man so undur vatnið at hyggja, fyri at fáa sína tíð at vita ? Tað er ikki eitt so stórt problem um man skal tað. Men nógv hava ikki hug til at liggja og bobla undir vatninum í pausuni, serliga tá man hevur eina start-tíð at passa. hehe

     

    Kanska tað er lættari bara at brúka tað stóra “urið” á vegginum her heima. Eg havi tað í øllum førum fínt við tí.

    Men aldrin betur um venjarin kann  taka tíðir + starta. 😛

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.