FINA World Cup byrjar í dag

Fyrsta World Cup svimjistevnan byrjar í dag í Durban, Suðurafrika, har størstu svimjistjørnurnar kappast í 25 metra hyli um heiðursmerki og eina rúgvu av dollarum í pengapremium (1 millión dollarar tilsamans fyri alla World Cup seriuna). Tak meg ikki í tí, men tað ber eftir øllum at døma til at síggja kappingarnar ókeypis men forskotnar her á WCSN.com, ella ‘live’ við at gjalda $4.95.

Skráin fyri ókeypis sendingarnar hjá WCSN er:

  • 19. okt: Durban, Suðurafrika kl 07:00 FO tíð*
  • 20. okt: Durban, Suðurafrika kl 07:00 FO tíð*
  • 27. okt: Singapore kl 10:00 FO tíð*
  • 28. okt: Singapore kl 00:30 FO tíð*
  • 02. nov: Sydney, Australia kl 09:00 FO tíð*
  • 03. nov: Sydney, Australia kl 09:00 FO tíð*
  • 09. nov: Moskva, Russland kl 09:00 FO tíð*
  • 10. nov: Moskva, Russland kl 10:00 FO tíð*
  • 13. nov: Stockholm, Svøríki kl 09:00 FO tíð*
  • 14. nov: Stockholm, Svøríki kl 09:00 FO tíð*
  • 17. nov: Berlin, Týskland kl 06:00 FO tíð*
  • 18. nov: Berlin, Týskland kl 06:00 FO tíð*
  • 23. nov: Belo Horizonte, Brasilia
  • 24. nov: Belo Horizonte, Brasilia

*Við fyrivarni – eg havi roynt at rokna meg fram til tíðirnar sjálvur, út í frá tíðunum her á WCSN.com. Og gev gætur at vit møguliga ikki sleppa at síggja sendingarnar allíkavæl, vegna onkrar ‘blackout’ avmarkingar hjá WCSN. Har stendur gott nokk at World Cup verður víst um allan heim uttan í ávísum londum har hvørki Føroyar ella Danmark er upplistað, men man veit jú ongantíð.

Tað sær forrestin eisini út til at man fær handan eina kjansin at síggja sendingarnar fyri einki. Altso man má sita á netinum akkurát til omanfyri nevndar tíðir, heldur enn bara at downloada/streama og hyggja tá ið man hevur hug og tíð til tess.

Las tíðindini her á SwimmingWorld. Lesast kann eisini um World Cup her á WCSN.com

One thought on “FINA World Cup byrjar í dag”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.