ÚF prát við Brian Marshall í kvøld

Útvarpið hevði áhugavert prát við nýggja landsliðsvenjaran Brian Marshall í kvøld, í sambandi við fyrstu landsliðslegu hansara í Klaksvík nú í vikuskiftinum.

Eftir øllum at døma eru ætlanirnar hjá honum at samansjóða føroyska landsliðsarbeiðið við arbeiðið hjá íslendingum, har hann eisini er landsliðsvenjari. Hann fer at hava eina fýra landsliðslegur í Føroyum hetta svimjiárið, umframt at egnaðir føroyingar sleppa til Íslands at venja við íslendska landsliðnum. Tey fyrireika eisini eina felags luttøku á stevnu sunnanfyri í summar.

Hann tosaði eisini um innihaldið á landsliðsleguni nú í vikuskiftinum. Hann hevur onkur videodømi við av góðum teknikki, og ætlar sær annars at kanna landsliðssvimjararnar við onkrum serligum telduforriti .

One thought on “ÚF prát við Brian Marshall í kvøld”

  1. Um ætlanin er at fáa føroyingar veruliga samansjóvaðar við íslendingar, so skilji eg nógv betri at nýggju kravtíðirnar eru so harðar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.