Hví gevast svimjararnir?

Danski elitusjefurin Lars Sørensen hugleiðir her í bloggi sínum á svoem.dk, um hví so nógvir svimjarar gevast tá ið tey náa umleið til studentaskúlaaldur.

Hann spyr um trupulleikin ikki liggur í ‘tríeinigheitini’ skúli, svimjing og familja/vinir. At tað ikki bara vegna skúlating er hart at skifta frá fólkaskúla til studentaskúla, men eisini tí at familja og vinirn trekkja meira og meira, samstundis sum svimjivenjingin verður meira tíðarkrevjandi. Og argar so við at spyrja, um tað yvirhøvur ger nakað at svimjarar gevast, tá ið teir innsíggja at teir allíkavæl ikki fara at koma á landsliðið.

Hann vísir á tilfar frá einum donskum kraftsentur-fundi herfyri, har tey viðgjørdu hetta evni. Ein Søren Østergaard hevði eina Powerpoint framløgu um hvussu ungdómurin yvirhøvur er í hesum aldri, og á eitt felags skriv um hvat luttakararnir hildu um orsøkirnar til fráfall, í bólkaarbeiði á fundinum.

Stutt sagt, so sær tað út til at luttakararnir hildu at orsøkin til fráfall var at finna í skúlaskiftinum, í ‘lívsrytmuni’, og í samspælinum við venjara og aðrar svimjarar. Svimjararnir hava brúk fyri at síggja eina meining við venjingina, at teir hava týdning fyri liðið, og at venjarin er búgvin til at venja slíkar svimjarar. Økonomiin hevur sjálvsagt eisini týdning, við tað at svimjingin minkar um møguleikan fyri frítíðarstarvi.

Reint praktiskt vóru uppskot til at minka um fráfallið, at skapa meira ‘race’ í kappingunum, fleiri kappingar millum svimjifeløgini (sum vit forrestin yvirhøvur ikki hava í Føroyum, uttan hetta at telja upp heiðursmerki), at hava stytri men títtari stevnur, at hava eitt DM fyri ung (ok, vit hava UM), at leingja um junioraldurin, og at seta í verk eitt ‘meiningsfult’ B-landslið við reellum aktivitetum.

Hvat halda tit? Persónliga haldi eg vit hava hendan trupulleika eisini í Føroyum, og at ungdómurin sjálvur dugir at orða hann væl, við “eg havi for nógv at gera”. Sjálvur vildi eg ynskt at føroyski svimjararnir fingu møguleika sum Team Danmark íðkarar í Danmark, at taka studentaskúla yvir 4 ár, við færri tímum hvørt árið. Og so er hetta við búskapinum bestemt eisini ein trupulleiki, bæði hjá svimjarum og foreldrum, nú tað kostar 1000 krónur at sleppa á eitt líkinda ungdómstiltak (her hugsi eg um festivalarnar).

Ger viðmerking